Føroyska samfelagið er ein undarlig stødd. Her liva fordómarnir, og klan- og høvdinga lýdni er so umfatandi, at fólk vanliga ikki tora at hava eina meining um ávís viðurskiftir. Vit síggja og uppliva í hesum døgum, at sokallaða einglapressan als ikki hevur áhuga í einari gølu, sum Suni á Dalbø hevur avdúka fyri okkum øllum.
Vit vita hvørjir persónarnir eru, sum hava notið gott av milliónunum í Vinnuframagrunninum, og soleiðis kunnu vit fáa innlit í hvør heldur hondina yvir hvørjum, soleiðis sum Suni á Dalø, hevur sagt frá, at almenna korruptiónin, sum hann upplivdi í 2009, fór fram.
Tað er skelkandi, men ikki óvæntað, at landsstýrismaðurin váttar, men sigur, at handan tíðin er farin, men at Vinnumálaráðið onki finnur um ávaringina frá Suna á Dalbø, er sera álvarsamt, tá bæði fundir, sms´ir, og teldubrøv, lýsa støðuna frá 2009.
Hetta setir landsstýrismannin og ikki inst, løgmann í eina serliga útsetta støðu, vísir tað seg, at teir báðir hava vita, men ikki vildu kanna umstøðurnar.
Tann navnframi havnarmaðurin, Hans Birgir Hansen, var boðsendur at koma á politistøðina mikudagin, tí hann um morgunin, skuldi hava brúkt eina mekafon, at rópa reyvarhol í. Løggan sigur, at Biggi helst skal bøta kr. 600,00 fyri ”reyvarholið”. Tað heldur Biggi vera órættvíst, tí politistarnir hava ikki goldið nakað fyri síni reyvarhol. Og hvør kann vera ósamdur?
Tað er eitt ótrúligt nærlagni, løgreglan leggur fyri við, tá umræður at knúlva ávísar persónar. Dømir eru um at Biggi beinleiðis hevur verið hóttur við lívinum, uttan at løgreglan hevur vilja hjálpt manninum, sum ferð aftaná ferð sjálvur er meldaður fyri at rópa hart, og hvørjaferð leypa tey svørtu úr start-holunum. Pínligt.
Mikael Viderø, fyrrverandi býararkitektur í Havn, hevur í fleiri førum verið drigin inn í mikrofonhaldið hjá Kringvarpinum, og har hevur hann kristiskt viðgjørt miðbýarætlan og havnaútbygging. Hetta fær meg at spyrja, hví hann er farin frá, sum býararkitektur, og hevur hann horn í síðuni á fyrrverandi arbeiðsgevara sínum, ella finnur Kringvarpið bara ”heimalombini” og ikki óheftar arkitektar?
Veit ikki um vit hava misskilt okkurt, men... Paradoksið sýnist at vera, at tað virkar, sum um lýsingin um festi í Famará er skrivað fyri at sleppa av við Johan í Kollafirði, sum hóast alt hevur gjørt neyðugu óbøturnar í eitt alternativt Famará, soleiðis, at festið hóast alt, kann lýsast leyst.
Var kollfirðingurin ongantíð komin í Famará, so lá garðurin enn í órøkt, og ongin hevði havt áhuga í honum, og tí er okkurt óhugnaligt og persónligt í hesum málinum, sum ikki er serliga heppið ella fólkaræðisligt.
Hetta var so ein bolli av undran.
Í blaðnum er eisini grein um at SEV umhugsar at seta sensorar á myllurnar í Neshaga, so tær ikki órógva fólk í Æðuvík.
Hava tygum lisið ein av hinum miðlunum, so hevur tú lisið allar, tí Oyggjatíðindi hevur avdúkingarnar, hinir miðlarnir ikki evna ella tora at taka upp.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...