Oddagrein: Drotningin og valstríðið
So kom drotningin eisini uppí valstríðið.
Ófatiligt, men tað hevur sett djúp bremsispor í brøkurnar hjá Kringvarpinum, at Drotningin vitjar Kaj Leo Johannesen, undir valstríðnum.
Hetta fekk Liljuna Weihe, tíðindaleiðara, at taka um endan, og boða frá, at Kringvarpið umhugsaði at boykotta drotningina, við ikki at filma hana, tí tað kann geva løgmanni fyrimunir, at hann kann koma uppá myndirnar, og harvið fáa reklamu í valstríðnum.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður skilir ikki petti. Hann roynir bara at vera blíður, og sigur, at Kringvarpið kann bara lata vera við at filma hann.
Men hetta hevur tikið tíðindaleiðaranum fast, og kann kallast eina diplomatiska kreppu, tó at tað má gera lítlan mun, hvørt Kringvarpið tekur myndir av drotningini ella ikki, tá tað eru so ómetaliga fá fólk, sum fylgja við í hesum klanstýrda stovninum.
Men meðan vit bíða, umhugsar fyrrverandi skrivarin í Norðuratlantsbólkinum støðuna hjá Kringvarpinum, og ringt er at avgera hvør rekur politikk.
Og nú vit eru við fólkatingsvalið, so hví ikki eisini nevna, at føroysku flokkarnir fáa pening úr danska ríkiskassanum fyri at stilla upp, uttan at tað er heimilað í nakrari løgtingslóg?
Hví heldur Kringvarpið ikki eisini, at hetta er áhugavert, og kanska eisini ein fólkaræðisligur trupulleiki?
Tá Zakarias Wang, hevur valt at stilla upp, og samstundis noktar at taka í móti donskum pengum, so avdúkar hetta greitt, at flokkar, sum Tjóðveldi, heldur fara eftir pengunum, tí teir kortini ikki fáa krakkin.
Eftir hesum er einasta endamál hjá Tjóðveldinum, at hjálpa dønum, at vera ein forðing fyri Zakarias Wang, sum er tann einasti, síðani Torstein Petersen, ið hevur bjóða dønum av uppá javnstøðuna millum ríkispartarnar, enntá við einum sáttmála í hondini, sum hvørki danir ella Tjóðveldi vilja kennast við.
Ein annar stórur trupulleiki millum ríkispartarnar er, at danir ikki virða mannarættindini hjá Føroyingum, og seta beinleiðis forðingar fyri hesum, bæði í lóggávuni, og eisini tá rættarskipanin fellir dómar. Hetta og mangt annað er at lesa í blaðnum.
Spennandi val.