Oddagrein: Blandaði kongabomm
Í fleiri ártíggir hevur altjóða lóggáva um at virða ST samtyktirnar, onga rúmd havt í fólkinum ella í donsku rættarskipanini í Føroyum, tó at hendan lóggáva varð implementera í føroyska lóggávu í 2000, tá hon longu langt síðani var komin inn í danska revsilóg. Men føroyingar hava ongantíð notið gott av at vera vard av hesum mannarættindum, og als ikki pressan, men so kom grindalógin.
Tað var løgfrøðingurin, Torkil Rasmussen, sum starvast í Mentamálaráðnum, sum var fyrstur at ávísa, at mannarættindapeinsippini í veruleikanum eisini vóru galdandi fyri føroyingar, og at ST samtyktirnar vóru implenteraðar í føroyska lóggávu, og lógu omanfyri nationala lóggávu.
Hetta er nakað, vit her á blaðnum hava vita í áravís, men dómsvaldið hevur nokta okkum hendan rættin.
Einglapressan hevur ikki tikið hetta í álvara, og hevur helst ikki hildið seg hava rættin, sum artikul 10 annars gevur pláss fyri. Har hava tey heldur hava lagt doyin á, at lurta eftir teimum, sum hava havt fyrimun av skerdum pressufrælsi.
Sjálvt hesin veruleikin fær ikki almennu pressuna at broyta hugsan. Helst tí, at tað fær hon ikki loyvi til, og tað er syrgiligt fyri fólkaræði.
Haldi tað vera rættiliga gott, at ein samdur formansskapur kundi avgreiða átaluna til Kára og Kaj Leo. Hendan semjan, og gratueringin, var ein vinningur fyri fólkaræði, so nú er at vóna, at ikki alt hetta endar við at fara upp í ein politiskan ellibita.
Einglarnir og andstøðan vilja hava harða revsing. Men formansskapurin í løgtinginum, hevur lært av boðskapinum hjá Gammeltoft, so tevjar Einglapressan og andstøðan blóð, sum ein politisk avleiðing. Meginparturin av føroyingum eru bara als ikki samd í hesum.
Formansskapurin valdi at gera eftir tilráðingini frá Gammeltoft um rættarligu avleiðingarnar, og geva eina átalu til hvønn, men løgmaður fær so ta hvassaru átaluna av teimum báðum.
Blaðið hevur verið skuldsett fyri at geva pláss fyri linnandi umstøðum, og broytt, men tað er als ikki so:
Vit staðfesta bara, at kanningin hjá Gammeltoft er ein gyltur møguleiki, og eigur at verða brúkt til at byggja upp eina konstruktiva siðvenju. Tað er ikki altíð rætt at sleppa “Barabas” leysum, og ofra fólkaræði, tí onkur er tystur eftir politiskari hevnd.
Tann leiklutin eigur eingin at ynskja sær, tá journalistar, og samfelagið lata eyguni aftur fyri fólkaræðinum, og fongsulshurðin fer í lás. Tann leiklutin hava vit roynt á blaðnum, so vit vita hvat tað snýr seg um.
Einglarnir og andstøðan, vilja hava harða revsing, men formansskapurin valdi loft hjá Gammeltoft.
Ikki fleiri blandaði kongabomm á hesum sinni.