Oddagrein: Blaðið í summarsteðg

Tíverri hava vit brúk fyri at leggja blaðið stilt fyri at fáa neyðugu hvíldina, at løða battaríini til tær nógvu avdúkingarnar, sum Oyggjatíðindi, er einsamallur fjølmiðil at arbeiða við. 

Hinir fjølmiðlarnir kunnu tó finna uppá, at nevna onkra av avdúkingunum, men tað er fyri at leggja bleyta pútu undir tey, sum avdúkingin rakar.

Hetta upplivdu vit tá SvF valdi at taka upp seinastu avdúkingina um moldvørpuna hjá Taks. Her slapp stjórin uttan mótspæl at fortelja, at málið var sera álvarsamt, men at skaðin var ikki tann stóri.

Hann vísti á, at moldvørpan hevði lovað at latið upp-lýsingar, men tað var ikki komið so langt, so skaðin var avmarkaður.

Tað kann hann gott staðfesta, men spurningurin er um hann verður kallaður innaftur í SvF, tá onnur teldubrøv verða avdúkaði frá moldvørpuni.

Men soleiðis er tá Einglapressan missir flogið, og ikki hevur evnir, ella fær loyvi til at virka sum fræls pressa.

Og so var tað stjórin í Atlantsflog, sum hevði ein boðskap um, at tað ikki er grundarlag fyri fleiri feløgum.

- Sjálvandi skal Atlantsflog tó forvinna sær rættin at vera einsamalt á lokala marknaðinum, sigur hann, í nýggjastu útgávuni av blaðnum Travel Business, sum Einglaportalur endurgevur.

Lat okkum aftur her staðfesta, at sami stjórin rennir undan at gera viðmerkingar til kritiska pressu.

Vit hava avdúkað orsøkina fyri, hví fyrrverandi stjórin varð sekkjaður, og tá hesin ikki vil gera viðmerkingar, men mælir blaðnum til at fara til flogfelagið, verður hetta avvíst.

Tað er sjálvandi lættari at gera viðmerkingar til journalistar, tá eitt felag frammanundan veit, at goldið er fyri positiva umtalu.

Vit vildu m.a. hava at vita: 

Skilji, at Miðlahúsið hevur fingið meira enn milliónina frá AA, umframt fleiri ókeypis ferðaseðlar, hotellir og uppihald goldið av AA til landsdystir, afturfyri, at táverandi stjórin og AA, bert fingu positiva umtalu, tá tit tørvaðu umtalu.

Men stjórin í Atlantsflog vil ikki svara hesum og øðrum spurningum. 

Vit lýsa støðuna nærri í blaðnum 21. august 2015.