Oddagrein: Bera yvir við óreglusemi

Í fleiri dagar hevur orðaskifti verið úti á Facebook, og meira, sum kom fram á sosialu miðlunum, eitt nú VP, størri var øsingin og trongdin fyri at verja borg.

Henda eirindaleysa jagstranin av Rani Nolsøe má halda uppat. Í gjár kunngjørdi stýrið fyri Íverksetarahúsið at tað “møguliga” bleiv neyðugt við eykajáttan fyri at rudda upp eftir fyrrverandi leiðsluni í Íverksetarahúsinum, skrivar stuðul.

Hesin spyr eisini, hví tað er neyðugt at rópa hetta út um geilar sum ein “møguleika”? Altso ikki heilt víst men møguliga. Hví henda almenna jagstranin av fólki, sum hava gjørt sítt besta í nógv ár, har góð úrslit síggjast eftir? Semja er gjørd við fyrrverandi leiðaran og so er tann sakin liðug, heldur hesin avgjørdur.

Víst verður eisin á, nakrir mánar eru eftir av árinum og hvør hevur nú fíggjarliga ábyrgd av teimum?

Skal hetta skiljast soleiðis, at tit vilja ikki hava sannleikan fram um hvat veruliga er hent í Íverksetarahúsinum?!, spurdu vit retoriskt, og svarið kom promte – enntá frá einum fólkatingslimi. 

Sjúrður Skaale, svarar:
Ja, hesar insinueringarnar og hálvkvødnu vísurnar um Rana Nolsøe - Vágaportal-style - eru skammiligar. Hevur hann gjørt nakað álvarsamt, so er at melda hann. Er talan um smáting sum tey, iðkomin eru fram (har ivasamt er um han hevur gjørt nakað skeivt ella ikki) so so er at gera eina semju við mannin, og lata hann halda fram ella skiljast. At tveita ymisk ting út, so fólk frítt kunnu gita víðari, er undir lágmarkið, skrivaði fólkatingslimurin.

Og vit á Oyggjatíðindum kundu ikki lata vera at spyrja Sjúrða Skaale:

Kundi tú útdjúpað hvat tú meinar við “insinueringar og hálvkvøddar vísur”. Hvat er “smáting” í tínari verð, og hvat er tveitt út, sum fólk frítt kunnu gita víðari uppá. Og hvussu meinar tú: “undir lágmarkið”. Og kundi tú so eisini sagt okkum hví nevndin skal melda, tá tú ikki vilt hava nevndina at finna sannleikan.

Og víðari var okara viðmerking: Halda júst, at tað er neyðugt, at sannleikin má fram so øll sleppa undan at døma. Fyribils vita vit bara, at “Húsið” hevur goldið eina privata verkstaðsrokning hjá stjóranum uppá omanfyri 25 túsund kr., og eisini onkran dýran ferðaseðil, sum onkur her - ikki einhvør, nevnir smáting!?!**
Har kom onki svar frá Fólkatingsmanninum, men...

Fólkatingsmaðurin valdi at strika sína egnu viðmerking, og strikaði sostatt eisini okkara tekst, men vit høvdu tikið avrit av tekstinum, og kunnu tí endurtaka hann í hesi greinini.
Men felags fyri verjarnir, og tey eru ikki so fá, er, at tey ikki halda, at leiðarin í Íverksetarahúsinum, skal krevjast at betala peningin aftur, sum kanska svarar til 50 túsund krónur. Í hvussu so er tað, sum longu er kannað og staðfest, men tey flestu halda so eisini, at meira skal ikki kannast.

Tey flestu viðhaldsfólk eru av teirri fatan, at Rani Nolsøe er so fittur, at hann ikki skal betala nakað aftur í almenna kassan.

Tey bera yvir við óregluseminum, meðan fólkatingslimurin heldur, at er nakað galið, so eigur leiðarin at verða meldaður, men fyri at vita hvussu galið tað er statt, so mugu fíggjarviðurskiftini kannast nærri, men tað heldur Sjúrður Skaale, ikki vera neyðugt.

Hann ber eisini yvir við óreglusemi, tí heldur ikki hann heldur, at meira skal kannast. dak