Líka frá tí, at avdúkingarnar byrjaðu at koma fram um seksuellan ágang í Føroyum í Oyggjatíðindum og á Facebook, savnaðust fólk, sum høvdu djúpastu samkenslu við teimum, sum ikki hildu seg aftur at standa fram.
Men skjótt var greitt, at bólkurin gekk í fleiri bólkum. Ein bólkur vardi myndugleikarnar, og skipaðu eisini fyri almennum fundi, hara bar tey sum kundu rósa hesum myndugleikum vóru biðin um at luttaka.
Tey, sum vildu spyrja, hví hesir somu myndugleikar, ikki vildu lurta eftir teirra neyðarrópum, fingu onga serliga innbjóðing. Almenni fundurin var ikki ætlaður at lýsa teirra støðu.
Men ta ferðina, vóru samkomurnar ikki partur av prosjektinum, men tær komu afturfyri á banan í Lamba, har skipað var fyri fundi um tey, sum vóru misbrúkt innan samkomukarmarnar.
Men talan var bara um Kjakfund um seksuellan ágang í kirkjum og samkomum. Har vóru, sum skilst, nógv góð orð og nógvar meiningar luftaðar, men eingin samkomuleiðari tók í egnan barm á fundinum.
Tíðindini um fundin vóru send út til Einglapressuna. Vit gjørdu hesa viðmerking á Facebook:
”So er at vóna, at tey incest-offrini, sum vórðu noktaði at luttaka í Norðurlandahúsinum, hesaferð sleppa at seta sínar spurningar: “Hví hjálptu tit ikki eisini okkum”???? Men eg ivist stórliga í, at hetta er fyri onnur enn tey, sum verja “borg”...”
Vit vfingu bara at vita, at luttøkan kostaði 100 kr., og at hølini vóru full av fólki. onki annað, til ein upplýsti, at ein portalur hevði skrivað um seansuna, men har var onki nýtt undir sólini, men so kom ein:
Var við í tiltakinum týskvøldið, og vil eg siga at tað tænti opinleika, sum yvaleyst er størsta vápn ímóti kynsligum ágangi. Sjálvdan er ein 100 kr seðil betri brúktur. Dan Klein, eg vil bæði her og alla aðrastaðni, biðja um umbering fyri ikki at hava trú ofrunum, eisini tað sum kom fram í Oyggjatíðindunum. Tað er ofta torført at skilja ímillum lygn og sannleika, men tað mann verða øgiliga sjálvdan at eitt offur fyri seksuellum ágangi lýgur um tað sum er hent, segði hann.
Kringvarpið dugur, bara tey tora. Kanningarstjórin er eitt dømi um, at tað ber til at lýsa mál objektivt, og koma á mál, og fáa kanningarstjóran frá.
Málið um Jørgen er hinvegin eitt klassiskt dømi um hvussu lort tað kann ganga, tá somu miðlar tagdu hetta mál burtur fyri 15-20 árum síðani, fyri síðani at taka tað fram, sum nakað gølukent fyri jól, sum júst tá var grópað fram. Tí eigur hetta ikki at gera nakran mun í dag. Miðlarnir áttu at gjørt sítt arbeiði, tá málið kom fram fyrstu ferð. Sein kúgv fær, sum kunnugt, skitið gras.
Men støðan vísir tíbetur eisini, at miðlarnir í dag ikki trúgva ein doyt uppá teir dómar, blaðstjórin á Oyggjatíðindum hevur lagt rygg til fyri at ræða hinar miðlarnar, og so er hóast alt nakað vunnið.
Hetta var so eitt sindur um barnasex og journalistar við fornminnum á breddanum.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...