Hesa vikuna hevur verið mikið rok av, at Kærunevndin við tilmæli frá Landsantikvarinum, hevur noktað Varðanum Pelagic, at byggja goymslubygningin á havnaøkinum.
Og so hevur tað kanska eisini nakað at gera við eina byggisamtykt, og manglandi grannahoyring.
Her á blaðnum eru vit av teirri fatan, at fornminnir eiga at varveitast, men samstundis skulu hesi fornminnir ikki verða ein forðing fyri framburði, og tí er neyðugt við samstarvi, soleiðis at fornminnir kunnu varveitast, samstundis sum útbyggingin av samfelagnum kann halda fram ótarnað.
Her kunnu vit tó avdúka ein annan faktor, sum als ikki hevur verið inni í myndini. Fyrstikappasiteturin til ein goymslubygning, sum handan, Varðin Pelagic, ætlar sær at byggja á havnalagnum, krevur 40 tons av ammoniakki.
Nú vita vit ikki mannagongdina við umhvørvisgóðkenningini, men fakliga serkøn fólk vísa á, at ammoniakk, er eitt sera vandamikið evni, sum krevur allar hugsandi trygdarskipanir.
Vanliga kunnu fólk ikki vera leingi inni í einari frysti-goymslu, men hugsa vit okkum, at ein leki kemur á eitt rør, og ammoniakk lekur, so kunnu arbeiðsfólk fáa hetta vandamikla evni niður í seg, og hetta evni fer, har væta er, og t.v.s., beint niður í lungini á fólki, uttan at nakar varnast hetta.
Hetta ger eisini, at fólk kunnu vera nógv longri inni í frystirúminum, men er hetta skaðiliga evni fyrst komið niður í lunguni, er hetta bara í transit. Næsta stigi er, at evnið leitar sær inn í sentralnervaskipanina, og viðførir demens, og tað er sera álvarsamt.
Men nakað annað, sum peikað verður á er, at ammoniakk, blandað við luft, kann skapa eina spreinging. Og flutningurin av ammoniakki, er so vandamikil, at Norrøna ikki tekur hendan farmin, og tað ger Smyril heldur ikki. Slíkt skal sendast við serflutningi við størsta varðsemi og trygdarskipanum.
Okkara kelda ivast í um ein frystigoymsla av hesi støddini, sum krevur 40 tons av ammoniakk, vildi fingið loyvi at ligið so tætt upp at bygdum øki í øðrum londum, men tað vita vit so ikki.
Nú hevur so løgmaður boðað frá, at arbeitt verður við einari politiskari loysn, so goymslan kann byggjast, men vit kunnu so bara vóna, at umhvørvisgóðkenningin setir tey krøv, sum krevjast. Tað er baksíðan av medaljuni.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...