Lat okkum her staðfesta, at vit skilja væl tey, sum argast yvir toll-gøluna, men tað er heilt týðuligt, at hon vendir ikki rætt.
Fyrst og fremst er orsøkin, at tolløkini í Føroyum, meira ella minni hava livað sítt egna lív, og onkustaðnar hava treytirnar fyri tollavgreiðslu bara verið so sum so.
Her á blaðnum kunnu vit ikki góðtaka, at fólk verða úthongd, at hava snýtt í tolli, uttan at hetta fyrst er prógvað. Oyggjatíðindi hevur verið gjøgnum øll relevant skjøl, uttan at finna prógvið, og vit síggja eisini, at tað fyri tey flestu heldur ikki er neyðugt við próvføring.
Tað er so ríkiligt, at Jørgen Niclasen, hevur eitt vánaligt umdømi millum vinstrahall, og tá Dagblaðið hjá Fólkaflokkinum, plagdi at forfylgja fólki, er tað eisini loyvt at forfylgja formanninum hjá Fólkaflokkinum á somu konto.
Vit hava blandað okkum uppí orðaskifti á Facebook:
Legg prógv á borðið um, at Jørgen snýtti í tolli, so hevur tú nakað sera áhugavert. Alt annað er í hesum sambandinum órelevant og anarkistiskt.
Tað var galdandi í áttatiárinum, og partvíst enn, men tað fær ikki okkum á blaðnum, at fara upp í kórið eftir einum politikara, sum onki prógv um tollsnýt er funnið móti.
Og so kom svar uppá tiltalu:
Veit ikki ordiliga hvat mann skal siga um tað, ið D. Klein førur fram. Fongsul fyri at skriva um miseruna í áttitárunum, og nú í forsvar fyri sama óskili. Haldi hetta luktar eitt lítið sindur av, at Portal.fo og KVF hava verið hepnari, at fáa skjøl til vega enn DK, og so skal mann bara vera ímóti. :-)
Og hvørjaferð biðið hevur verið um prógv um snýt í tolli, komu aðrar svatur:
Nú skrivar DK svart. Haldi, at maðurin, ið fór í fangalegu fyri at kritisera svínaríðið í 80-unum, ikki kann forsvara ein toppolitikkara, ið hevur verið, ikki bara einaferð, blandaður upp í svans og snýt.
Og ein, sum fekk at vita, at tað var órímuligt, at verða forfylgdur uttan prógv, skrivar:
Kann væl vera, men tað broytir so ikki mína meining um tey fólkafloksfólk, ið nú gremja seg um forfylging.
Tá prógv blivu nevnd, kom sakin frá skúlanum í Fuglafirði fram á songarstokkin. Sagt var, at blaðstjórin bert skrivar tað, hann hevur prógv fyri! Fyri hann er journalistiskt reinføri og dokumentatión alt avgerandi!
Hesin fekk kontanta avrokning: Blaðstjórin slapp ikki at prógvaí rættinum, at tað kostaði landskassanum 3,5 milliónir, at koyra skúlastjóran úr starvi!!
- Vit vita eisini øll, hvat tann dómurin loyvir í skúl-unum, uttan at pressan kann gera nakað, sum helst. Eitt skúladømi um anarki á økinum, var salutturin.
Hetta var skriftin á songarstokkinum á hesum sinni.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...