Oda Wilhelmsdóttir Andreasen verður valevni fyri Framsókn

 Framsókn skal boða frá, at 43 ára gamla
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval
verður. Hetta er fyrstu ferð hon stillar upp.



Oda hevur drúgvar leiðslu- og arbeiðsroyndir
frá ferðavinnuni bæði innanlands og uttanlands og eisini hevur hon royndir
innan samskifti og leiðslu.  Í løtuni
nemur hon sær HD útbúgving. Eisini er hon aktiv innan fótbólt og hondbólt.



-Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og
tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið
aftur á beint.



-Eg ynski einar frælsar Føroyar, har
okkara ungu trívast og hava góðar útbúgvingar- og bústaðarmøguleikar, so tey
ikki nýtast at leita sær av landinum. Eg ynski betri livikor fyri stakar
uppihaldarar og børn teirra og ikki minst betri kor fyri okkara eldru borgarar,
har umsorgan og lívsgóðska verður sett í hásæti.



-Eg vil virka fyri ítróttini og
ferðavinnuni. Vit skulu vera betri at dyrka okkara ítróttartalent og menna hesi
og geva teimum fíggjarligt grundarlag at kunna mennast. Eg vil vera við til at
menna eina burðardygga ferðavinnuna í Føroyum við virðing fyri náttúru og fólki.
Vit skulu fyrireika okkum til hetta við m.a. at førleikamenna og bjóða út ferðavinnuútbúgvingar
í Føroyum.



-Eg vil virka fyri, at útlendskir
borgarar, sum flyta til Føroyar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið,
sum teir eru við til at ríka, sigur Oda at enda.