OCEAN RAINFOREST VUNNIÐ SÁTTMÁLA UM TARAALING Í KALIFORNIA

Amerikanska orkumálaráðið (US Departement of Energy) fíggjar burðardygga verkætlan um framleiðslu av biomassa úr havinum.

TÍÐINDASKRIV
Kaldbak 18. juni 2020

Týsdagin 9. juni skrivaði Ocean Rainforest undir sáttmála við ”Advanced Research Projects Agency-Energy” (ARPA-E) um at taka upp annan tátt í slóðbrótandi taraaliverkætlanini “MacroSystems” í Kalifornia. Í samstarvi við feløgini Primary Ocean Producers og Hortimare skal Ocean Rainforest standa á odda fyri arbeiðinum at menna og testa nýggjar hættir at ala stórtara (Giant Kelp á enskum - Macrosystis pyrifera á latíni) á opnum havi.

Verkætlanin “Macro Systems” er staðsett  í Kalifornia víkini út fyri Santa Barbara, og stuðulssáttmálin við amerikansku stjórnina røkkur yvir trý ár. Arbeiðið fevnir um at royna fremstu aliskipanina til taraaling á opnum havi, sum bæði stuðlar uppundir vistskipanina í umhvørvinum rundanum taraalingina, og er til minst møguligan ampa fyri annað virksemi á sjónum – so sum vanliga sigling, fiskiskap og annað.

Málið er bæði at menna hóskandi aliskipan, tøkni og framleiðsluamboð, sum stuðla uppundir eina burðardygga mannagongd frá aling av tarasporum til fullvaksni tarin verður skorin, so tað frameftir ber til at ala og framleiða tara í stórum mongdum til eitt nú biomassa, ið kann brúkast til orkuframleiðslu.

“Macro Systems” verkætlanin er millum fremstu boðini uppá eina nýggja menning, ið kann stuðla uppundir taraaling í USA, sum bæði er búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg, og stuðlar uppundir lokalt virksemi á staðnum. Fíggjarligi stuðulin frá ARPA-E gevur Ocean Rainforest møguleika til treystliga at fara undir at tillaga nýggju taraaliskipanina í Funningsfirði til viðurskiftini í Kalifornia, og geva eitt nýtt slóðbrótandi íkast til menning innan “bláan” búskap í USA.

“Macro System” verkætlanin er partur av ARPA-E MARINER átakinum, sum hevur til endamáls at skunda undir menning av ymsum tøknum, sum kunnu fremja taraaling ymsa staðni í amerikanskum sjógvi.

Leiðari fyri verkætlanina í USA er kilenin Javier Infante, sum saman við øðrum starvsfólkum hjá Ocean Rainforest hava støð í Santa Barbara í Kalifornia.