Occupy Vaglið!

Nú er OWS (occupy Wall Street) rørslan komin til Føroya, og fyrsta tiltak skal vera leygardagin á Vaglinum.


Tíverri hevur tiltakið havt ta vanlagnu at fáa eitt skeivt navn á føroyskum. Verður hugt í eina enska orðabók eftir orðinum occupy, verður einki beinleiðis sagt um, at tað er at hertaka. Týdningurin at orðinum er at taka.


Teir landnámsmenn, sum numu landið og løgdu tað undir seg við at velta bø, vóru okkupantar, sjálvt um teir ikki vóru hermenn.


Skulu vit týða OST til føroyskt ber tí illa til at siga at vit skulu hertaka Vaglið. Heldur ber til at siga heilt einfalt, at vit skulu taka Vaglið.


Zakarias Wang