Nýtt skeið í listterapi fyri teg, sum hevur ella hevur havt krabbamein
Byrjað verður hósdagin tann 22. september og hildið verður fram einaferð um vikuna, íalt 10 ferðir. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur
Kundi tú hugsað tær at verið partur av lítlum bólki, har tú:
-undir tagnaðarskyldu fært sett orð á tína støðu við fólk, sum skilja teg og kenna seg aftur í tí, tú hevur uppá hjartað?
-ikki hevur fyri neyðini at taka atlit til tey, tú vanliga heldur teg skula verja fyri tínum innastu tankum og kenslum?
-umframt prátið fært møguleikan at úttrykkja teg við t.d. tekning, máling ella skriving, og har tað er ein fyrimunur ikki at vera von/vanur við at úttrykkja teg kreativt?
-ígjøgnum felagsprátið, kreativitetin, hugnan og nakað av undirvísing kanst fáa tað lættari í mun til tínar avbjóðingar?
Skeiðið hevur verið væl umtókt, her eru tvær afturmeldingar frá fyrrverandi luttakarum:
”Eg havi havt stóra gleði og gagn av at koma til listterapi. Tað hevur ikki bara givið mær nøkur amboð at liva við krabbameininum, men eisini í mun til aðrar dagligar avbjóðingar.Tað at møta øðrum, sum hava upplivað lívsins myrku síður, hevur havt ótrúliga stóran týdning. Mær hevur manglað møguleikan at koma eitt stað, har man kann vera seg sjálvur, kann gráta og fortelja um tankar, man vanliga ikki tosar um. Eg havi veruliga glett meg til hvørja ferðina. Eg føli eina broyting innan í mær sjálvari, og gagnar tað ikki bara mínum nærmastu, men eisini øðrum, eg havi við at gera. Eg takki tí nógvar ferðir fyri alt, og eg hopi, at tilboðið um skeið í listterapi fer at halda fram í felagnum.”
”Orðið listterapi ræddi meg eitt sindur, men í dag eri eg sera glað fyri, at eg fekk tilboðið og valdi at taka av. Listterapiin hevur verið sera lærurík og gevandi fyri meg. Eisini samanhaldið við hini í bólkinum var sera gott. Eg havi lært, at tað ber til at liva við krabbameini.”
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.