Nýtt skeið í listterapi byrjar fyrst í september 2018

Nýtt skeið í listterapi byrjar fyrst í september 2018

Krabbameinsfelagið:

Hevur tú áræði at kasta teg út í nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, sum eisini hava ella hava havt krabbamein, kanst tú róliga melda teg til skeiðið í listterapi. Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnerisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann vera ein fyrimunur IKKI at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. Dentur verður lagdur á, at tú skal føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar. Á skeiðnum kanst tú í trúnaði úttrykkja teg um tína støðu - bæði við orðum, tekning, máling og skriving. Tú verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við tann kreativa partin av innihaldinum.Viðkomandi undirvísing og ymisk øvilsir eru eisini partur av skeiðnum.
 
Bólkurin byrjar fyrstu viku í september og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur
 
Brot úr afturmeldingum hjá seinastu skeiðsluttakarunum:
"Bólkurin var fantastiskur og hevur ríkað mítt lív.”
 
"Minnist tá eg fekk staðfest krabbamein, og eg fekk ein faldara um Krabbameinsfelagið í hondina .... handan vemmiliga kenslan. EG hevði onki at gera í hasum felagnum. Nå, nú siti eg so her so pen ...... og tað er bara Krabbameinsfelagnum fyri at takka. Megnarfólk her inni hava totalt avdramatiserað tað heila. Hóast míni serstakliga vánaligu lista-gen, havi eg faktisk kent meg væl, hvørja ferð eg skuldi tekna, mála ella okkurt annað. Heilt givið var tað avbjóðandi, men gott er at fara út úr komfortzonuni viðhvørt ......". 
 
"Takk fyri eitt deiligt, hugnaligt og upplýsandi skeið. Eg havi lært ikki altíð at hugsa so nógv, men fara í gongd við eina uppgávu. At taka pensilin í hond og mála og fáa tankarnar uppá pláss, um man ein dag er frustreraður, og ov nógvir tankar reika runt, er deiliga avslappandi.”
 
"Takk, Fía, fyri eitt dygdargott, umsorganarfult og áhugavert forløp hjá tær! Trygt at uppliva, at tú ikki er bangin fyri nøkrum luttakara ella nøkrum evni, sum kemur upp. Gott point, at vit ”ikki sluppu" at vurdera avrikini hjá hvørjum øðrum, sum annars er allastaðni í dag." 
 
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, kanst tú seta teg í samband við Krabbameinsfelagið við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo  og melda teg til tilboðið, sum felagið bjóðar tær ókeypis.