Nýtt sambýli fyri fólk við menningartarni á Torfinsgøtu í Havn

Fríggjadagin 5. juli var móttøka í nýggja heiminum á Torfinsgøtu 41, har verandi búfólk á sambýlinum á Mýrini í Hoyvík fara at flyta inn.


Umstøðurnar á Mýrini hava leingi verið vánaligar, og inniluftskanningar frá mars 2018 vístu, at frá einum heilsuligum sjónarhorni er ikki ráðiligt, at búfólk og starvsfólk búgva og virka undir slíkum korum í longri tíð. Búfólkini á Mýrini 6 fluttu út fyri tíð síðani og nú flyta búfólkini á Mýrini 4.


Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, fekk í mars 2018 heimild frá fíggjarnevndini at keypa og umvæla ognina á Torfinsgøtu fyri í alt 7,5 mió. kr., harav 5 mió. kr. til keyp og 2,5 mió. kr. til dagføring av bygninginum.


Dagføringin hevur tikið longri tíð enn ætlað, tí at tað hevur verið trupult at fáa arbeiðsmegi, men nú er arbeiðið innan nær um liðugt, og búfólkini kunnu flyta inn eftir summarfrítíðina. Fýra fólk fara at búgva í ovaru hæddini, og fýra fólk í niðaru hæddini.


Verkætlanin á Torfinsgøtu skal síggjast í eini størri heild, tí heimið hjá búfólkunum, sum nú flyta inn í Torfinsgøtu, er á Mýrini í Hoyvík.


Landsstýriskvinnan gleðist um, at arbeiðið við at fyrireika byggingina av nýggjum sambýli á Mýrini í Hoyvík gongur sambært ætlan. Gomlu bygningarnir á Mýrini verða tiknir niður tíðliga í heyst.


Farið verður undir byggingina av nýggja sambýlinum eftir ársskifti, og tá tað er liðugt, stendur tað búfólkunum í boði at flyta heimaftur til Hoyvíkar.


Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast HER