Nýtt frá KF: Formansskapurin heldur fram komandi tvey árini, og grundskeið fyri fosturforeldur

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag var avgjørt at formansskapurin í Kommunufelagnum verður tann sami komandi tvey árini. Eisini er møguligt hjá fosturforeldrum, at koma á grundskeið, sum ikki hava luttikið á grundskeiði áður...

Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum standa formaður og næstformaður fyri vali annaðhvørt ár. Á stýrisfundi í felagnum var í dag einmælt samtykt, at verandi formansskapurin heldur áfram til 1. januar 2021. 

Hetta merkir at Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu heldur áfram sum formaður og at Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur áfram sum næstformaður.

----------

Grundskeið fyri fosturforeldur

Fosturforeldraskipanin bjóðar nú aftur fosturforeldrum á grundskeið, sum ikki hava luttikið á grundskeiði áður. Talan er um eitt vistarskeið, ið verður hildið í døgunum 28. til 29. mars 2019 undir hugnaligum umstøðum á Hotel Skálavík.

Teistin fer av Gomlurætt hósdagin kl. 9.45 og úr aftur Skopun fríggjadagin kl. 14.00.
Skeiðið byrjar við einum uppleggi, ið skeiðshaldararnir standa fyri. Síðani verður orðaskifti og bólkaarbeiði.

Skeiðið fer at snúgva seg um leiklutin sum fosturforeldur, og um skyldur og rættindi, ið fosturforeldur hava. Eftir døgurðan hóskvøldið verður møguligt at gera sær dælt av heitu uttandura pottinum, so svimjiklæðini mugu vera við í taskuni.

Skeiðshaldarar vera: Oddbjørg Balle og Beinta Atladóttir.

Fosturforeldur verða vinaliga biðin um at senda tilmelding inn sum skjótast og í seinasta lagi 25. februar 2019, soleiðis at vistarskeiðið kann leggjast so væl til rættis, sum til ber. Skeiðið er ókeypis og tilmeldingin skal sendast til bvs@bvs.fo.

Vónandi liggur tað fyri hjá nógvum fosturforeldrum at luttaka í skeiðinum í Skálavík.