Nýtt Fiskivinnuráð

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur nú tilnevnt Fiskivinnuráðið av nýggjum.


Nýggjur formaður er Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur, sum starvast sum deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, og nýggjur varaformaður er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur.


Hini, sum komandi 4 árini fara at manna Fiskivinnuráðið, eru:


Fyri Føroya Ráfiskaseljarafelag


Jóhannus M. Olsen, umboð


Tummas Henriksen, varaumboð


Fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag


Niels Winther, umboð


Durita í Grótinum, varaumboð


Fyri Føroya Reiðarafelag


Herálvur Joensen, umboð


Jógvan Jespersen, varaumboð


Fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið


Eyðstein Djurhuus, umboð


Páll Hansen, varaumboð


Fyri Føroya Fiskimannafelag


Jan Højgaard, umboð


Andrias Berglíð, varaumboð


Fyri Meginfelag Útróðrarmanna


Absalon í Buð, umboð


Fyri Feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjunum


Absalon Hansen, umboð


Theodor A. Olsen, varaumboð


Skrivari er Sunniva Sólarris, løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.