Nýtt átak til ung – royn eitt #RúsfrítttSummar

Eitt nýtt átak fór av bakkastokki um vikuskifti, ið eggjar føroyskum ungdómi at royna eitt rúsfrítt summar. Tað er Blákross Ungdómur, ið stendur fyri átakinum, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungum til rúsdrekka og rúsevnir. 

Rúsevnir eru ein vaksandi trupulleiki millum ung í Føroyum, og nógv ung kenna seg trýst til at smakka sær á. Eisini siga nógv ung seg hava tað trupult við at hava tað stuttligt, uttan at tey eru rúsaði. Og av teimum, sum velja at siga nei, uppliva fleiri, at tey mugu hava eina orsøk fyri, hví tey velja ikki at drekka. Boðskapurin við átakinum er greiður – tað er ok at siga nei.

- Rákið í øðrum Norðurlondum vísir, at fleiri ung venda sær frá rúsdrekka og rúsevnum, og stuttleika sær saman uttan rús, sigur Lív Justinussen, samskipari av átakinum. Hetta er gleðiligt at síggja, og vit ynskja við hesum átakinum at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at tey seinni gerast bundin at rúsdrekka og rúsevnum.

Partur av Liv Lívið verkætlanini
Átakið er partur av Liv Lívið verkætlanini, har fokus verður sett á, at liva lívið og hugna sær uttan at rúsa seg. Tað er skipað í tveimum pørtum: einum online átaki, sum gongur út uppá at avbjóða ung at royna eitt #RúsfríttSummar, og at skapa eitt rúsfrítt øki at hugna sær í á festivalum og tiltøkum í summar. Tað seinna varð roynt síðsta summar og eydnaðist sera væl. Fleiri hundrað ung vitjaðu Liv Lívið bingjuna, sum varð til staðar á G! og Summarfestivalinum.

Á heimasíðuni livlivid.fo kunnu fólk lesa meira um átakið, vísa at tey eru við, og síggja hvussu nógv onnur hava valt at hava eitt rúsfrítt summar.