Nýhugsan og íverksetan treytin fyri trivnaði

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti Jobmatch 2016 í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin, tá ungdómur, fyritøkur, kommunur og stovnar aftur hittust á Jobmatch, fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.

- Endamálið við at fyriskipa Jobmatch er, at gera tað møguligt at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi úti sum heima.

- Í 2015 bleiv málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um útbúgvin fólk við royndum, tað vil siga, tey sum sita í starvi nú, men sum hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar. Jobmatch er ein roynd at gera nakað ítøkiligt fyri at framsøkin arbeiðspláss fáa umsøkjarar við røttu førleikunum, til gagns fyri alt samfelagið.

- Síðani Jobmatch fyrstu ferð fór av bakkastokki í 2008, hevur tiltakið verið sera væl móttikið, og ár eftir ár hava fleiri vitjandi verið og fleiri og fleiri arbeiðspláss hava bjóðað seg fram.

- Felagið Syntesa skipar fyri Jobmatch og hevur Tórshavnar kommuna stuðlað tiltakinum frá byrjan. Av øðrum stuðlum kann eg eisini nevna Vinnuhúsið, MFS, Fróðskaparsetrið og Bakkafrost.

- Sum høvuðsstaður ynskja vit ein fjølbroyttan og vaksandi arbeiðsmarknað í Føroyum, og til tað hava vit tørv á dugnaligum og virkisfúsum ungum fólkum sum tykkum, sum saman við okkum ynskja bæði at menna verandi arbeiðspláss og eisini at  byggja nýtt vinnulív upp í Føroyum, soleiðis at vit  kunnu verða ein veruligur vakstrardepil í Norðuratlantshavi.

- Vinnulívið er mest týðandi drívmegin í okkara samfelag og vøkstur og framburður eru grundað á eitt tætt samstarv og initiativ millum vinnu, stovnar, fyritøkur, útbúgvingarstøð, land og kommunur.

- Vit hava tørv á, áhaldandi at betra um  karmarnar, at menna nýggjar vinnur og at skapa fortreytirnar fyri góðum vakstrarlíkindum fyri verandi vinnur. Harafturat mugu vit menna førleikar, við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum granskingarumhvørvi, soleiðis at vit kunnu leggja lunnar undir innovatión og nýskapan í Føroyum.

- Vit vilja, at høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini og ynskja vit at skapa grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu og í Føroyum sum heild. Hugsjónin er, at ein búskaparliga sterkur høvuðsstaður fer at hava við sær vøkstur í restini av Føroyum.

- Týdningarmesta tilfeingið í framtíðini er útbúgvið og skapandi fólk, og tí skulu Føroyar á øllum økjum gerast so attraktivar sum gjørligt og kunna bjóða okkum sum búleikast her og tilflytarum góðar sømdir.

- Drívkraftin er, áhaldandi at skapa eitt fjølbroytt og alheimsgjørt Føroyar við upplivingum, avbjóðingum, mennandi arbeiðs- og útbúgvingartilboðum og einum altjóða granskingarumhvørvi. Tað eru vit, sum saman við tykkum mugu skapa karmarnar, og skapa tær bestu fortreytirnar fyri at virka og liva í  Føroyum.

- Í kanningum hava vit fingið staðfest, at fremstu fortreytirnar fyri trivnaði í framtíðini eru búskaparvøkstur og fólkavøkstur, og tað eru hesi, sum saman við einum dynamiskum vinnulívi, skapa tann góða býin ella tær góðu Føroyar. Í dag, og enn meira í komandi tíðum, verður búskaparvøksturin í stóran mun skaptur av vitan, innovatión, lærdómi, virkisroyndum og áræði.

- Nýhugsan og íverksetan hevur nógv at týða, tí tað er høvuðstreytin fyri trivnaði og at framfýsin fólk velja Føroyar fram um lokkandi útlandið. Íverksetaraumhvørvið blómar í Føroyum í dag og er ein týðandi fortreyt fyri at skapa framburð í samfelagnum.

- Í dag eru vit meira enn nakrantíð tilvitað um týdningin av at skapa umhvørvi og umstøður, sum fáa íverksetan at blóma og mennast, og sum fáa fólk at skapa síni egnu størv.

- Tað eru vit, sum saman við tykkum, mugu skapa karmarnar og bestu fortreytir fyri menning og vøkstri. Vit  hava tørv á øllum góðum kreftum so vit í felag kunnu vera við til at byggja land og skapa menning og framburð fyri okkum og komandi ættarlið, segði Heðin Mortensen m.a. í røðuni, tá hann setti Jobmatch 2016.