Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri flogmekanikarar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag gjørdu 25. september semju við Føroya Handverkarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogmekanikarar.

Semjan hevði við sær eina lønarhækking á 1,76% 1. oktober 2018 og 1,56% 1. oktober 2019, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum.

Semjan er sostatt á sama støði sum aðrar semjur í hesi sáttmálarundini.