Nýggjur listi yvir virkir og skip, sum útflyta til Kina

Kinesiski myndugleikin GACC hevur dagført listan yvir føroysk virkir, ið útflyta til Kina. Nú eru tilsamans 44 virkir á listanum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið váttað at listin yvir føroysk fiskavirkir, frostgoymslur, verksmiðju- og frystiskip er dagførdur. Tvey nýggj skip eru komin á listan, meðan tvey onnur skip eru tikin av listanum. Eisini eru aðrar dagføringar gjørdar við adressu og navnabroytingum. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 70 - 80 heilsuváttanir til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina. Tá tað kemur til frystan makrel er neyðugt at hvør bingja verður segla av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í 2019 vóru í alt 4312 heilsuváttanir undirskrivaðar til Kina.

Dagførdi listin er at finna undir Matur og matvøruframleiðsla> Ùtflutningur av matvørum > Vinnuligt > Útflutningur til Kina/ Kinalistin, virkir og skip, dagført 22 apríl 2020.

Fyri at finna løggildingar og góðkenningar hjá øllum virkjum, sum útflyta er møguligt at velja " 

Góðkenningar" á forsíðuni á www.hfs.fo

-----------

Lista yvir virkir og skip
Tað er neyðugt at virkir eru á lista, áðrenn útflutningur til Kina kann byrja

Umsóknarblað
Serligt umsóknarblað skal útfyllast og sendast hfs@hfs.fo

Fiskasløg
Tað eru bert ávís fiskasløg, sum kunna útflytast úr Føroym til Kina. Makrelprotokollin var undirskrivað í 2016