Nýggjur leiðari á barna- og ungdómsdeildini

Tórshavnar kommuna hevur sett Ruth Vang í starv sum leiðara á barna- og ungdómsdeildini, nú Katrin Petersen, sum hevur verið leiðari á deildini síðan 2006, fer frá við eftirløn.


Ruth Vang er 46 ára gomul. Hon er útbúgvin ljósmóðir í 1995 og HD í roknskapi og fíggjastýring frá Aarhus School of Business í 2006. Harumframt hevur hon útbúgving innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarráðgeving.


Ruth Vang hevur m.a. starvast sum dagligur leiðari á ljósmøðraskipanini á Landssjúkrahúsinum og seinni eitt longri tíðarskeið sum fyrisitingarligur leiðari fyri alla ljósmøðraskipanina í Føroyum. Harumframt hevur Ruth Vang drúgvar royndir í fíggjarvinnuni sum ráðgevi.


Barna- og ungdómsdeildin fevnir um dagstovnaøkið, frítíðarskúlar, ungdómsvirksemi og námsfrøðiliga ráðgeving. Hetta er størsta einstaka málsøkið hjá Tórshavnar kommunu við um 40 stovnum, 2.300 børnum og 520 starvsfólkum í ymsu skipanunum. Rakstrarjáttanin er umleið 140 mió kr. netto.


Ruth Vang tekur við starvinum sum leiðari á barna- og ungdómsdeildini 1. januar 2013.