Nýggjur Hvalbiartunnil nærkast

HÁTÍÐARLØTA: Tað var hátíðardámur í Hvalba í gjár, tá tveir eldri borgarar í kommununi settu spakan í fyri arbeiðsvegnum, sum skal gerast í sambandi við, at tað skjótt verður farið undir at bora nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág. Síðani fór fyrsta gravimaskinan í gongd við arbeiðið. 

Seinnapartin mánadagin varð spaki settur í fyri nýggju farleiðini til íbúgvarnar í Hvalbiar kommunu. Hetta hendi, tá tveir eldri borgarar úr ávikavist Nesi og Trongisvági, sum báðir eru farnir væl upp um níti ára aldur, settu fyrsta spakan í fyri arbeiðsvegnum móti komandi tunnilsmunnanum hvalbiarmegin.

Veðrið var av tí fræga við eitt sindur av vindi, men helt sær turt, til alt var liðugt. Almenna tiltakið hevði savnað nøkur hundrað fólk inni í dalinum, har arbeiðsvegurin byrjar.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, legði vegna byggiharran fyri við at bjóða vælkomin. Hann fegnaðist um, at tað umsíðir er komið hartil, at skjøtil kann setast á hesa leingi eftirlýstu verkætlanina við eini nýggjari farleið millum Hvalba og Trongisvág.

Síðani fekk Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, orðið, og hann segði millum annað:

- Leingi er tað, ið væl skal vera, og hetta hevur veruliga verið drúgt at bíða eftir. Í Føroyum tekur tað oftani langa tíð at tosa um tingini, áðrenn mann handlar. Tosað hevur verið í mong ár um Kolavegin, um hvussu vánaligur hann er, og hvussu smalur tunnilin er. Hetta er tí ein stór løta fyri bæði hvalbingar, sandvíkskingar og allar suðringar, at vit umsíðir kunnu seta spakan í.

Stórhending fyri hvalbingar
Sum vera mann var eisini frøi á borgarstjóranum í Hvalba, tá hann lýsti týdningin av eini betri farleið fyri bæði borgarar og vinnulív í Hvalbiar kommunu.

- Hetta er einki minni enn ein stórhending, tí eins og várið boðar frá sumri og lýðku, boðar nýggi Hvalbiartunnilin frá, at vit fara inn í nýggjar tíðir, har avbjóðingar, sum liggja fyri framman, ikki eru darvaðar av eini ótíðarhóskandi farleið, segði Janus Vang.

Tvøroyrar kommuna var undir hátíðarhaldinum umboðað av varaborgarstjóranuum.

- Í dag taka vit eitt nýtt og trygt fet inn í framtíðina. Tað er mær ein stór gleði vegna Tvøroyrar kommunu at standa her saman við tykkum og hátíðarhalda, at spakin nú verður settur í fyri atkomuvegnum, segði Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, í síni talu.

Síðani var gjørt klárt til at loysa fyrsta flagið við einum spaka, sum við dagsins hátíðarliga høvi var silvurgyltur. Landsstýrismaðurin hevði biðið tveir eldri borgarar í Hvalbiar- og Tvøroyrar kommunum, Allon Næs úr Nesi, og Dánjal av Rana úr Trongisvági, at loysa fyrsta flagið. Síðstnevndi var sum maskinførari við til at gera verandi tunnil fyri umleið 55 árum síðani.

Eftir hetta og nógvar lógvabrestir bjóðaðu Hvalbiar kommuna og Landsverk til kaffi og tunnilskøkur í Roynhøllini.

Hædd tikin fyri suðuroyarleið
Í lógaruppskotinum til nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum stendur, at tað leingi hevur ligið í kortunum, at nýggjur Hvalbiartunnil skal gerast.

Verandi tunnil var sum tann fyrsti og harvið elsti tunnilin í landinum liðugur í 1963. Síðani eru nakrar dagføringar gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Farleiðin liggur høgt, og vegurin er bæði smalur og brattur.

Hvalbiartunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, og verandi farleið er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum norðan fyri tunnilin, verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Tað er tí stórur tørvur á at fáa eina tíðarhóskandi farleið millum Hvalba og Trongisvág.

Sagt verður eisini, at verkætlanin er framtíðartryggjað, soleiðis at hædd verður tikin fyri eini framtíðar suðuroyarfarleið.

Tunnilin verður umleið 2,5 kilometrar langur og fer at ganga frá Niðastabotni í Hvalba til Gjánhamar í Trongdisvági . Tilkoyringarvegirnir verða tilsamans 3,3 kilometrar. Umleið 2,3 kilometrar hvalbiarmegin og 1,0 kilometur trongisvágsmegin.

Tunnilsmunnarnir fara at liggja í ávikavist 70 metra hædd móti Hvalba og umleið 100 metrar móti Trongisvági.

Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslunar ásettar til í mesta lagi 272 mió. krónur.
 
Við at trýsta á fyrstu myndina niðanfyri, gerst hon stór, og tá ber at blaða allar myndirnar ígjøgnum í fullari stødd.

(Myndir: HeinesenMyndir / Landsverk ©)