Nýggjur graslíkisvøllurí Gøtu

12. juni, varð tann nýggi graslíkisvøllurin í Norðragøtu avhendaður til Eysturkommunu. Eysturkommuna hevur útskift báðar vallirnar í kommununi. Vøllurin í Leirvík varð handaður í apríl og í dag er vøllurin í Gøtu avhendaður kommununi.


Vallirnir eru báðir av merkinum DOMO, sum Idé Møblar er veitari av. Vøllurin í Leirvík hevur svart gummigranulat, meðan tann í Gøtu hevur grønt gummigranulat í grasinum. Báðir vallirnir eru FIFA 2 STAR.


Víkingur spældi á heimavølli mikudagin aftaná handanina móti NSÍ.


Kelda: www.eysturkommuna.fo