Fólkatalið í høvuðsstaðnum minkar og hetta merkir eisini, at skattainntøkurnar nú eisini minka. Almennu Føroyar gera onki fyri at gera tað liviligari fyri vanligu familjurnar, sum nú í vaksandi tali flyta av landinum!
Øllum er greitt, at kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt og nógv hægri enn í grannalondunum. Matur, klæði, hiti, streymur, flutningur og býli – alt er dýrari. Og í grannalondunum eru setanartreytir, lønin, skatturin og veitingar frá tí almenna til einstakar samfelagsbólkar gjarna munandi betri.
– Og føroyingurin er mobilur og hevur lætt at flyta, tó at hann heldur vildi verið í Føroyum.
Í fjør vísti eg alment á, at hóast tað við teimum útstykkingarætlanum, sum í løtuni eru í Havnini, um tú telur øll privat grundøki og íbúðarprosjekt saman, verða um eitttúsund sethús, raðhús og íbúðir til taks komandi tíðina, so virka marknaðarmekanismunar ikki í Havn.
Eg setti tí spurningin, hvør orsøkin er og hvør stýrir marknaðinum – og hvør hevur áhuga í, at húsaprísirnir verða hildnir so høgir?
Niðurstøðan varð, at bankarnir stýra fíggingini av allari bygging, sølu og endursølu. Høvuðsábyrgdin liggur tí har. Eg ávaraði um, at við einum meðalprísi oman fyri tvær miljónir krónur, er ótal av familjum, sum ikki longur hava ráð at búgva ella búsetast í Havn.
Eg vísti eisini á, at fólkatalið stóð í stað og framrokningar vístu, at fólkatalið fór at minka, samstundis sum skeivleikarnir í aldurssamanseting og kynsbýti bara gerast størri og álvarsligari.
Verður ov tungt at búgva í høvuðsstaðnum henda tvey ting – nøkur flyta út í kommunala útjaðaran og longur, og nøkur flyta av landinum.
Longu nú er skaðin hendur og tungt verður at venda gongdini. Ein gongd, sum ikki bert hevur stórar avleiðingar fyri høvuðsstaðin, men fyri alt samfelagið.
Vit síggja longu úrslitið
Fyrstu 9 mánaðirnar í 2011 vórðu fødd 175 børn í kommununi. Roknað uppá árið verða tað umleið 233 fødd børn. Hetta eru 29 færri enn í fjør, sum var lágt í mun til vanligan árgang, ið hevur ligið um tey 300.
Í mars 2011 var fyri fyrstu ferð í fleiri mannaminni, at tað í høvuðsstaðarkommununi vóru fleiri deyð enn fødd.
Burðaravlopið er eisini skjótt fallandi. Framroknað verður burðaravlopið í 2011 bert 96 fólk. Hetta kann so samanberast við 2010, tá tað var 158, og 2009, tá tað var 167.
Er burðaravlopið komið á eitt vandastøði, so er uppaftur verri við flytingarmynstrinum. Fyrstu 9 mánaðirnar í 2011 eru 716 fólk flutt úr Tórshavnar kommunu til útlandið, meðan tað bert eru 530, sum eru flutt úr útlandinum til Havnar, tvs., at netto eru 186 fólk flutt av landinum.
Hetta svarar til umleið 50 húsarhald, sum nú eru vekk!
Fyrstu 9 mánaðirnar í 2011 var nettotilflytingin innlendis 49 fólk. Samsvarandi talið fyri 2010 er 77, so eisini her venda tendensirnir fyri høvuðsstaðin skeivan veg.
Samlaða fólkatalið í Tórshavnar kommunu ultimo september 2011 var 19.836. Samsvarandi talið fyri 2010 var 19.867. Tað vil siga, at teir 12 mánaðirnar, september 2010 - september 2011, er fólkatalið í Tórshavnar kommunu lækkað við 31 fólkum.
Hetta er álvarsamt sjúkutekin, ikki bert fyri høvuðsstaðin, men fyri allar Føroyar.
Allar royndir til fánýtis?
Kommunan ger alt hon kann fyri at økja um fjølbroytnið í bústaðarmynstrinum, og samstundis alt sum ber til, fyri at gera tað so bíligt at seta búgv og virka sum gjørligt. Men í hesum seinasta berjast vit ein vónleysan bardaga móti serliga fíggingarstovnunum, sum umsita bæði keyp og sølu og fígging, og halda prísinum á einum høgum og kunstigum støði.
Húsaprísurin, serliga í Havn, má niður, samstundis sum fíggingarmøguleikarnir mugu betrast. Meðan tey í Danmark í avdráttartíðini gjalda hús síni aftur tvær ferðir, so gjalda føroyingar húsini aftur tríggjar ferðir, tí lánimøguleikar og renta her heima eru so vánalig.
Eg vísti eisini tá á, at ein annar møguleiki at lata fastlæstu støðuna upp er, at føroyski Húsalánsgrunnurin fær víðkaðar møguleikar at veita serliga lagalig lán til hús og íbúðir undir ávísa stødd eitt nú á leigaðum grundøki. Hetta er ein loysn, sum kundi givið tann fjøltáttaða bústaðarmarknaðin, har rúm er fyri øllum samfelagsstættum. Og uppaftur betri er, um slíkar loysnir verða frítiknar fyri mvg av byggiútreiðslunum.
Høvuðsstaðarpolitikkur landsins
Tað er tó ikki bert fíggingarstovnarnir, sum eru trupulleikin. Landið hevur ongan áhugað sýnt at menna høvusstaðin.
Í áratíggju hava sonevndu landspolitikkararnir í løgtinginum og landsstýrinum skriva álit og framt ætlanir um bygdamenning, økismenning, útjaðaramenning og útoyggjamenning.
Milliónir og milliardir eru lagdar í vegir, tunlar, skúlar, stovnar og ikki minst vinnulív til hesi øki, tó at flestu av hesum pengum høvdu verið brúktir betri við heildini fyri eygað.
Tak til dømis fólksins ogn – fiskin í havinum. Av 201 fiskiloyvum á føroyska landgrunninum, skip størri enn 15 tons, eru bert fýra fiskiloyvi í Suðurstreymi. Tað vil siga, at landið veitir vinnulívinum og økjunum uttanfyri Havnina heili 99,98% prosent av fiskiloyvunum.
Samlaða feskfiskaveiðan í 2010 var 903 milliónir. Tað svarar tí til, at landið hevur latið vinnulívinum og økjunum uttanfyri Havnina 901.194.000 krónur í beinleiðis almennum stuðli.
Hetta vanbýtið gerst uppaftur grefligari, tá tað verður tikið við, hvat hesi loyvi skapa í lønarútgjaldingum. Bara í Norðoyggjum og Eysturoynni vóru lønarútgjaldingarnar í 2010 fyri vinnugreinarnar fiskiskapur og fiskavøruídnaður yvir hálva milliard.
Hetta er útjavningarskipan við lít!
Og samstundis er ætlanin, at Tórshavnar kommuna av sínum fækkandi skattainntøkum skal gjalda millum 50 og 75 milliónir í útjavning til bygdirnar – tit mugu hava etið seym! Hetta er sanniliga ikki tíðin at trekkja jakslarnar úr høvuðsstaðnum.
Tað er eisini sum lundi á jólanátt, at landið tekur upp samstarv við Tórshavnar kommunu um nakað, sum yvirhøvur ber brá av menning av høvuðsstaðnum. Nei, heldur leggur man allar hugsandi fótonglar í vegin.
Tórshavnar kommunan kann við síni stødd fremja nógv. Men givið er, at kommunan megnar ikki alt, sum landið sleppur sær undan, og nú fer veruliga at sansa at. Ávaringarklokkurnar ringja – og tær ringja alsamt týttari og harðari.
Sum borgarstjóri í høvuðsstaði alra føroyinga eftirlýsi eg heilt einfalt, hvat landsins kosnu menn og kvinnur ætla við høvuðsstaðnum.
Spurningarnir eru nógvir. Verða fleiri almennir stovnar fluttir út á bygd? Skal Havnin framhaldandi haldast uttanfyri stóru virðini í havinum? Verður ætlanin við Marknagilsdeplinum nú bara droppað, sum mangt týðir uppá? Hvussu ætlar landið at byrgja upp fyri, so at stóru sparingarnar á fíggjarlógini raka inntøkugrundarlagið hjá Havnini minst møguligt – ella tað ætla tit kanska als ikki?
Loysnir, harra løgmaður, loysnir!
Nýggj samgonga er skipað. Høvuðsstaðurin bløðir, og tað kann samfelagið ikki liva við. Kundi hugsað mær, at Føroya løgmaður, sum er tann í landsstýrinum, ið kennir høvuðsstaðin best, legði fram konkret tiltøk og ætlanir, sum landsstýrið hevur fyri menningina av høvuðsstaðnum.
Eg kann nevna onkra loysn at seta hol á. Løgmaður nevndi í nýggjársrøðuni, at landsstýrið raðfestir gransking og hægri útbúgving. Má siga, at tað síggja vit einki til.
Harra løgmaður, hygg eftir Reykjavík, hygg eftir Akureyri, hygg eftir Tromsø og Aalborg. Hvat ger man har? Jú, man investerar massivt í altjóða universitet og gransking, og úrslitið er ikki bert stórur fólkavøkstur, men stórur búskaparvøkstur.
Hvat gera tit her? Okkara Fróðskaparsetur liggur spjatt runt í Havn – og skjótt eisini kring alt landið – ið smáum og vánaligum hølum. Her er eingin savningarmegi, her er eingin sjónligheit, her er eingin samleiki.
Tórshavnar kommuna lat Fróðskaparsetrinum fyri meira enn fjórðingsøld síðan eitt stórt grundstykki til universitet. Hví ikki byrja har, harra løgmaður? Legg minst 250 milliónir í eitt slíkt projekt heldur enn ein tunnil á bygd. Tað er tað, vit hava brúk fyri, skulu vit – tað samlaða føroyska samfelagið – yvirhøvur yvirliva.
Tórshavnar kommunu hevur stórar ætlanir fyri høvuðsstaðin og fyri landið. Landsins kosnu, koma tit eisini við, so at gongdin kann vendast, áðrenn ov seint er!
Bløðir Havnin, bløðir landið út.
Heðin Mortensen
borgarstjóri