Nýggjársduathlon á Rossagøtunum

Seinastu 11 árini hevur Føroya Triathlon Felag skipa fyri einum nýggjársduathlon á Rossagøtunum, har kappast hevur verið í renning, súkkling, renning. Onkuntíð hava nakrir fjallasúkklarar verið við, og í fjørð var so eisini ein rennari í hópinum. Onkur helt, at vert hevði verið at roynt eina stóra kapping fyri øllum rørsluáhugaðum. Men til tað, eru gøturnar ov smalar, tí skipar Føroya Triathlon Felag nýggjársaftan kl 10.00 fyri stórkapping á Rossagøtunum. Í ár ber aftur til at velja 3 greinar:


1. Renning 6 km- fjallasúkkling 18 km- renning 2 km


2. Fjallasúkkling 30 km


3. Renning 12 km


Greinarnar eru so aftur býttar upp í bólkarnar ungdóm, elitu og motión. Hetta er fyrstu ferð, at kappingin er løgd til rættis, so øll, ið halda seg hava brúk fyri einum túri í Guðs fríu náttúru, sleppa at íðka saman.


Øll byrja í senn. Tey, ið renna, fara av ríðingabreytina suðuryvir, og renna við sólini. Súkklararnir fara av ríðingabreytina vesturyvir, og súkkla móti sólini. Av trygdaráðum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu meðan kappast verður, og standa vaktarfólk við gøturnar at hjálpa, um onkur villist inn á kappingarleiðina. Møtt verður við Hotel Føroyar/Kerjalon.