Kunningarfundur um Mentanarfestival Útnorðurs verður hildin í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. mai 2012 klokkan 11.00.
Tað eru Útnorðurráðið, Norræna Húsið í Reykjavík og Norðurlandahúsið í Føroyum, sum skipa fyri tiltakinum. Mentanarfestivalurin verður hildin í Reykjavík í døgunum 7. – 9. september 2012.
Eftir fundin bjóða fyrireikararnir okkurt leskiligt, og høvi verður at skifta orð um tiltakið.