Nýggjar bøkur frá BFL í juni

Barbro Lindgren


Suttan hjá Peri og Vognurin hjá Peri


Tvær fittar bøkur til tey yngstu um lítla drongin Per, sum eigur ein hund, nógvar leikur og eina suttu


Per er góður við suttuna hjá sær. Hann vil hava hana við sær, alla staðni hann fer, men so vilja vovurin, kiskan og dunnan hava suttuna.


Í bókini um vognin hjá Peri, hjálpir vovurin honum at savna saman køkuna og leikurnar, sum detta úr vogninum. Men so er kakan horvin. Hvør man hava tikið hana?


Niels Jákup Thomsen týddi


32 bls. Pappbók


Tvær stuttligar bøkur til teir yngstu lesararnar.


----


Lyft klaffunum: Orðabók


Henda stuttliga og litfagra bókin hjálpir smábørnum at menna sína orðfatan við at samanbera og kenna orð aftur


Her eru nógvir klaffar at lyfta, so smábørn kunnu hugna sær leingi við at seta orð og myndir saman. Bókin er ein góður máti at geva byrjanarlesarum ein møguleika at kenna orð aftur og tosa um tey.


18 bls./innbundin


Brúka summarfrítíðina saman og lær barnið at kenna fleiri orð.


----


Mathew Price


Tak handa hvølpin


Fylg lítla, fitta hundahvølpinum gjøgnum bókina, har mangt og hvat hendir, og at enda sært tú, hvussu alt lagar seg til tað besta


Tak handa hvølpin! Men hann rennur ov skjótt – inn og út og runt og runt. Fáa tey fatur á honum? Nei, tað gera tey ikki. Men alt lagar seg at enda.


Eydna Magnussen týddi


32 bls./innbundin


Ein fitt og undirhaldandi myndabók. Her er bæði ein søgu og ting at finna og uppdaga. Ein góð summarbók til tey 3-6 ára gomlu.


----


Unni Lindell


Nella Nefs og Náttarskúlin


Fitta spøkilsið Nella Nefs býr í einari toygoymlsu á tí stóru Seymistovuni saman við nógvum ø(ð)rum spøkilsum


Um dagin liggja øll spøkilsini samanrullað á hillunum og bíða eftir, at tað skal gerast nátt. Men hvat hendir, um tú ikki liggur í frið um dagin, og arbeiðsfólkið varnast teg og kanska seymar teg um til eina vakra tasku og sendir teg til París? UHA!


150 bls./innbundin


Jákup Sørensen týddi, Fredrik Skavlan myndprýddi


Nella Nefs er sera væl egnað at lesa fyri børnum 5 ár og eldri.