Nýggja umsitingarætlanin fyri fiskivinnuna eitt stórt stig

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at fyrsta stigið er tikið at gera eina umsitingarætlan fyri mest vanligu botnfiskasløgini í føroyskum sjógvi.


VINNUHÚSIÐ: Ein arbeiðsbólkur mannaður við fólki frá Havstovuni, Fiskivinnuni, Fiskimálaráðnum og formanninum í Fiskidaganevndini hava latið úr hondum eitt uppskot til umsitingarætlan fyri fiskasløgini tosk, hýsu og upsa. Endamálið við einari slíkari umsitingarætlan er, at sum mest skal fáast burturúr fiskastovnunum undir Føroyum uppá langt sikt.


Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er eitt fyrsta stig á vegnum at fáa eina fiskivinnu, sum kastar sum mest av sær til fiskimenn, reiðarar, fiskivinnuna á landi og føroyska samfelagið sum heild.** Uppskotið til umsitingarætlan er býtt í tveir partar:


1) eina tillagingarskipan, har málið er, at veiðitrýstið á teir tríggjar nevndu fiskastovnarnar í seinasta lagi í 2015 er komið á eina legu, sum gevur størstu varandi úrtøkuna úr fiskastovnunum.


2) eina langtíðarveiðireglu, sum umframt at seta markvirði fyri veiðitrýst, eisini miðar eftir at varðveita stovnarnar á eini stødd, sum gevur størstu varandi úrtøkuna, og sum leggur upp fyri náttúrusveiggjum o.t.


Uppskotið um langtíðarveiðireglu miðar eftir, at sveiggini í fiskidagatalinum ikki skulu vera ov stór. Skotið verður upp, at fiskidagatalið undir vanligum umstøðum ongantíð skal vera broytt meira enn 5% í mun til fiskiárið frammanundan. Á henda hátt fær fiskivinnan lutfalsliga stabilar karmar at virka undir.


Nú er bert at vóna, at umsitingarætlanin verður grundfest politisk, helst við einum breiðum meiriluta uppá tvørs av flokkunum.


Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við tilgongdini og sær fram til, at umsitingarætlanin verður samtykt av Løgtinginum og soleiðis verður grundarlagið undir ásetingini av veiðutrýstinum á botnfiskastovnarnar framyvir.


Uppskotið til umsitingarætlanin kann lesast her:


http://www.hav.fo/PDF/Umsitingaraetlan_botnfisk_Foroyum2011.pdf