Nýggja nevndin í Unga Sjálvstýri farin til verka

Unga Sjálvstýri hevði aðalfund í farnu viku.

Nevndin hevur skipað seg, og er hendan:

Heri Danielsen, formaður, Olgar Nielsen, næstformaður, Hans Terje Vestergaard, kassameistari, Poul Lamhauge, nevndarlimur og Petur Sjúrður Lamhauge, nevndarlimur.

Unga Sjálvstýri er ein fjølbroyttur politiskur ungdóms-felagsskapur fyri føroyskan ungdóm, sum ynskir at fáa størri vitan um politisk evnir, og byggja upp vitan á sosial liberalu hugsjónini.

Í Unga Sjálvstýri hevur ungdómurin møguleika at møta øðrum ungum, ið hava áhuga fyri politikki.

Unga Sjálvstýri hevur m.a. til endamáls, at skipa fyri lokalum tiltøkum, eins og tiltøkum runt um í landinum, eisini á miðnámsskúlum.

Tað eru altíð góðir møguleikar hjá teimum ungu at fáa, og eggja til størri vitan um politisk evnir, samstundis, sum tey ungu hitta onnur ung við somu áhugamálum.

Vælkomin at gerast limur í Unga Sjálvstýri.