Nýggja menningareindin í Visit Faroe Islands til verka við ársbyrjan

Menningareind verður nú sett á stovn í Visit Faroe Islands. Ein nýggj menningareind var eitt av høvuðstilmælunum í heildarætlanini Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið: http://www.uvmr.fo/arbeidsoki/vinnumal/ferdavinna/ frá mai 2017. Menningardeildin skal standa fyri átøkum og samskipa menningina av innlendis ferðavinnuni.

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2018 eru játtaðar slakar 4.5 mió. kr. til menningareindina, sum eftir ætlan fer til verka við ársbyrjan 2018.

“Føroyska ferðavinnan er á einum vegamóti. Marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamál hevur givið úrslit. Um verandi gongd heldur fram, kann ferðavinnan gerast ein berandi vinna undir okkara búskapi, og skapa størv og inntøkur eisini í útjaðaranum,” sigur Poul Michelsen.

“Men skal góða gongdin halda fram og ferðavinnan vera burðardygg, mugu vita verða betri fyrireikað at taka móti tí vaksandi talinum av ferðafólki. Vit skulu hava fleiri og betri tilboð til ferðafólkini, ikki minst úti um landið. 

Neyðugt er somuleiðis at skipa ferðavinnuna betri fyri at verja náttúruna, sum er grundarlagið undir okkara ferðavinnu.”

Sum liður í skipanini av menningareindini hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sent lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands til hoyringar. Í lógaruppskotinum verður verandi stuðulsskipan til ferðavinnuna umskipað. 

Stuðulsjáttanirnar til økisferðavinnufeløgini og marknaðarføring uttanlands verða umskipaðar til eina stuðulspulju, sum fyritøkur, kommunur og kunningarstovur kunnu søkja úr. 

Menningareindin kemur at umsita stuðulspuljuna. Samstundis hækkar stuðulsjáttanin úr 2 mió. kr. uppí 4.5 mió. kr. Miðað verður eftir, at stuðulsjáttanin skal vaksa uppí 7 mió. kr. í 2019.

Víðari sigur Poul Michelsen: “Neyðugt er eisini at umskipa stuðulskipanirnar, tí verandi skipan munar ov lítið sum er og kemur ikki í nóg stóran mun øllum økjum í landinum til gagns.”

Sí: Lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10068/170926-lógaruppskot-um-at-skipa-menningardeild-á-vfi.pdf