Nýggja havrannsóknarskipið er nú liðugt detailprojekterað og verður sum ætlað latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard fríggjadagin 30. mars.
Í fíggjarlógini fyri 2012 stendur viðv. Konto 5.34.3.06. Nýtt havrannsóknarskip (Løgujáttan): Fyri at nútímansgera hetta týdningarmikla virksemisøkið, var í 2008 farið í gongd við at prosjektera nýtt havrannsóknarskip at avloysa Magnus Heinason.
Á vári 2011 samtykti Løgtingið Løgtingslóg nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Byggingin fer ætlandi fram árini 2011-2014.
Tað er hetta arbeiðið sum nú er liðugt, og er sjálv projekteringin gjørd av Havstovuni, Mest og Atlantic Marine Surveyors.