Nýggj útikafé á Kletti í Kvívík

Fríggjadagin, 8. Mai,  dýrabiðidag, lat upp forkunnug og spennandi úticafé á Kletti í Kvívík, har bæði bygdarfólkið og vitjandi í bygdini kunnu fáa okkurt leskandi – og er talan um heimablídni í orðsins sanna týdningi.

Tað eru hjúnini, Marianna Eysturoy og Bent Tommy Linklett, sum eiga og reka Á Kletti Café, ið liggur stutt frá víkingagravunum niðri í bygdini, á adressuni á Túni 5. Eru fólk í bili, ber væl til at seta hann frá sær við kommunuskrivstovuna, kirkjuna ella gamla pakkhúsið.

– Matskráin bjóðar rugbreyð við føroyskum viðskera, bolla við heimagjørdum súltutoyi, pannukøkur, vaflur, ís og dagsins køku, sum eru at fáa hvønn dag, men eisini hava vit av og á heita súpan, bakstur og annað. Afturvið hava vit so okkurt leskandi – bæði heitt og kalt, sigur Marianna Eysturoy, ið leingi hevur glett seg til at lata útikaféina upp.

– Líka síðani vit fingu fatur í húsunum á Kletti, sum er beint við síðuna av barnaheiminum hjá mammu míni, hevur hesin tankin malið í høvdinum, og nú er kaféin so veruleiki. Vónandi taka fólk væl undir við henni, tí eg veit, at tørvur er á einum staði, har gestir í Kvívík kunnu strekkja sær beinini og fáa okkurt gott.

Útikaféin letur alment upp í dag klokkan 17, so tá eru gestir hjartaliga vælkomnir at royna nýggja tilboðið í Kvívík, sum uttan iva fer at koma væl við hjá mongu summargestunum, ið plaga at vitja bygdina. Um vikuskiftið verður útikaféin annars opin leygardagin klokkan 12-22, sunnudagin klokkan 14-20 og frá mánadegnum til hósdagin í næstu viku verður opið klokkan 12-20.