Tíðindaskriv:
Fróðskaparrit 59
Fróðskaparrit fyri 2011 er loksins komið. Rit nr. 59 í røðini hevur tíggju greinir, sum fevna um sera ymisk evni: kvæði, mál, bíbliutýðingar, bókmentir, søgu, blómur, fuglar og torvheiðar
Ritið er 170 bls. og kostar 270 kr. í bóka-búðunum. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.
Tað eru sjey hugvísindaligar greinir og tríggjar náttúruvísindaligar greinir í ritinum. Tvey bókaummæli eru: Jonathan Adams ummælir bókina “Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes” og Hanus Kamban ummælir bókina “Føroysk bókmentasøga I”. Eins og í undanfarnum Fróðskaparritum verða tey nevnd, ið hava fingið doktaraheiti. Eisini er yvirlit yvir vísindalig avrik um føroysk viðurskifti hjá granskarum innan- og uttanlands (Vísindaritverk).
Greinirnar eru:
Povl Skårup: Mellem Færeyinga saga og Sigmundarkvæðið eldra
Hans Andrias Sølvará: Tilboðið, Alberti og danska stjórnin – ein søga um eina politiska mytu
Hans Andrias Sølvará: „Moyggj skal verða við barn ...“ nøkur orð um bíbliutýðingar og bíbliutulkingar
Eivind Weyhe: Mansnavnið Lagi í Føroyum
Jógvan í Lon Jacobsen: Sproglig markedsøkonomi på Færøerne
Bergur Rønne Moberg: A rest in the West. Translation of Modernity and Modernism in William Heinesen's „Grylen“
Marna Jacobsen: Development of Faroese children’s literature. Challenges in a minority society
Anna Maria Fosaa, Olivia Danielsen og Herborg Nyholm Debess: The influence of experimental warming on flowering phenology of Moss Campion, Silene acaulis
Jóhannis Danielsen: Diurnal activity patterns suggest nocturnal foraging in northern Fulmar (Fulmarus glacialis)
Kevin J. Edwards, Steffen Stummann Hansen og Gunnar Bjarnason: A scalped peatscape on Nólsoy, Faroe Islands