Fróðskapur hevur givið út savn við 46 greinum, sum Eivind Weyhe hevur skrivað, í sambandi við, at hann fylti 70 ár flaggdagin. Heiðursritið var lagt fram á móttøku í Læraraskúlahøllini 27. apríl. Savnið er 662 síður og kostar 350 kr.
Eivindaródn – Greinar 1979-2011 er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan frá einum av fremstu málfrøðingum okkara. Eivind Weyhe hevur í starvi sínum á Fróðskaparsetri Føroya síðan 1979 laðað upp í vitan okkara um ein langan repil av málsligum og skaldskaparligum evnum í føroyskari mentan og styrkt støðið undir framhaldandi føroyskari gransking.
Anfinnur Johansen, Turið Sigurðardóttir og Tóta Árnadóttir hava ritstjórnað savninum, sum er býtt upp í 4 partar:
Navnafrøði – við 25 greinum
Málføri– við 6 greinum
Málfrøði– við 5 greinum
Kvæði – tættir – sangir – við 10 greinum
Aftast er ritskrá við útgávum Eivinds í tíðarrøð. Flestu greinarnar hava verið á prenti fyrr, í ymsum tíðarritum, ráðstevnubókum og líknandi. Seks greinar hava ikki verið á prenti áður, her er talan um fyrilestrar, sum hava verið hildnir í útvarpinum.
Á kápuni eru myndir av leirlistaverki eftir Guðrið Poulsen. Listaverkið, eitt trívítt føroyakort, stendur við Føroya Læraraskúla. Tað er gjørt við fyrimynd í einum parti av landkortinum Carta Marina (1539) eftir svian Olaus Magnus.
Orðið ódn í bókaheitinum sipar til víddina í avrikum Eivinds. Ódn merkir øki tikið fyri í einum, tá ið sligið verður, tað er breiddin, ið líggin røkkur um í einum sveipi. Sum granskari og lærari hevur Eivind havt sína ódn á Fróðskaparsetri Føroya, síðan hann í 1979 kom í nýtt starv á Føroyamálsdeildini, og øll hansara undirvísing og gransking hevur verið um føroyskt mál og mentan.
Umstøðurnar høvdu við sær, at føroysk staðanøvn gjørdust hjartatátturin í starvi Eivindar – kvæðini kundu eins væl verið tað. Hann hevur í teimum greinum og ritgerðum, sum henda bók goymir, lagt fram nýggja vitan, kunnleika og frágreiðingar um staðanavnafrøði og aðra navnagransking; bygdamál og onnur málfrøðilig evnir; kvæðini hava heldur ikki verið við sviðusoð: kvæðahandrit eru greidd til útgávu eftir filologiskum reglum og leggja álítandi støði undir framhaldandi gransking; eisini tættir og nýggjari skaldskap hevur Eivind skrivað um. Bókin talar fyri seg um tað, sum Eivind Weyhe hevur avrikað í føroyskari granskingarsøgu.