Nýggj útbúgving: masterlæra á Søgu- og samfelagsdeildini
Komandi lestrarár bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya út nýggjar masterútbúgvingar í søgu, sosialvísindum og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting.
Masterlæra er masterskipan ment við støði í, at ein lítil arbeiðsmarknaður sum tann føroyski hevur bæði tørv á fólki við fakligari dýpd, men samstundis eisini við breidd í kompetansum. Fyriuttan førleikar á einum høgum altjóða støði, verður dentur lagdur á, at hvør lesandi skapar sær ein sjálvstøðugan fakligan profil. Tað verður gjørt ígjøgnum uttanlandauppihald, praktikkuppihald á virki ella stovni, og gjøgnum problemgrundaðar verkætlanir.
Kunnandi fundur um útbúgvingarnar og serliga útbúgvingarleistin verður mánakvøldið 18. mai kl. 19.30 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddini, Tórshavn.
Tað verður Gestur Hovgaard, lektari og útbúgvingarleiðari, ið fer at greiða frá útbúgvingini og svara spurningum.