Nýggj topografisk føroyakort

Danski kortstovnurin SDFE (www.sdfe.dk) hevur, í samstarvi við Umhvørvisstovuna, gjørt nýggj topografisk føroyakort, sum nú eru tøk á netinum. Kortini eru gjørd eftir fylgisveinamyndum og Umhvørvisstovan hevur latið tilfar um eitt nú bygningar, vegir og strandalinju.



Nýggju kortini verða ikki prentaði, men eru einans tøk á netinum.



Talan er um hesi korttema:





Til ber at síggja kortini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.



Umframt at síggja kortini, bjóðar SDFE eisini kortini fram sum wms-tænastur. Við wms-tænastum ber til at fáa kortini víst sum bakgrund í gis og cad forritum sum qgis (ókeypis forrit),  ArcGis, BentleyMap og Autocad.



Her eru 2 dømi sum vísa hvussu nýggju wms-tænasturnar kunnu samansetast við egnum kortdata í einum gis- ella cad-forriti.

Sum er, eru wms-tænasturnar ikki fríar – atgongd til tænasturnar kosta 500 kr./ár og atgongd fæst á heimasíðuni Kortforsyningen. Kortmyndugleikin er danskur, men Landsstýrið arbeiðir við yvirtaka myndugleikan. Lóggáva verður fyrireikað, og føroyakortið verður ætlandi leysgivið í hesum sambandi, vónandi fyri 1. apríl 2019.