Fyri fyrstu ferð er orkupotentialið í sjóvarfalsrákinum á Landgrunninum kortlagt. Kanningarnar umfata bæði mátingar í nøkrum av streymharðastu sundunum og teldusimuleringar av sjóvarfallinum.
Tað eru Knud Simonsen og Bárður Niclassen frá Náttúruvísindadeildini, ið hava staðið fyri granskingini, sum er samanfatað í nýggju sjóvarfalsorkukortunum.
Arbeiðið
Í kanningunum eru 15 økir eyðmerkt, har tað tykist at verða møguleikar at vinna munandi orkunøgd úr sjóvarfallinum. Serliga áhugaverd økir eru Skopunarfjørður, Vestmannasund, Leirvíksfjørður og Svínoyarfjørður, tí umframt at hava eitt hart sjóvarfalsrák, so liggja tey tætt við verandi høvuðslinjurnar hjá SEV. At linjurnar liggja tætt við økini hevur fíggjarligan týdning, tí sjókaðalar verða ein stórur partur av íløguni, um fjarðstøðan er ov stór. Onnur økir við nógvari orku, eru t.d. suður úr Akraberg, sunnanfyri Sandoynna og Mykinesfjørður.
Nýggj tøkni í stórari menning
Tøknin til at vinna orku úr sjóvarfalsrákinum er í stórari menning, og væntandi verður hon tøk í vinnuligum høpi um 5-10 ár. Út frá royndunum, sum longu er gjørdar aðrastaðni, so er mangt sum bendir á, at ein stórur partur av orkutørvinum í Føroyum kann vinnast úr sjóvarfalsrákinum.
Streymmátingar í streymhørðum firðum
Í verkætlanini eru streymmátingar gjørdar í Leirvíks-, Skopunar- og Suðuroyarfirði. Her hevur vaktar- og bjargingarskipið Brimil sett mátiútgerð hjá Náttúruvísindadeildini niður á botn, har hon hevur staðið í 2 -3 mánaðir, áðrenn Brimil hevur tikið útgerðina uppaftur.
Talan er um streymmátarar, sum standa á botninum og við ljóðstrálum máta streymferðina í sjónum allan vegin frá mátaranum til upp ímóti vatnskorpuni. Eisini eru tølini frá eini líknandi máting í Vestmannasundi, sum Havstovan framdi í 1990, brúkt. Harumframt eru eitt stórt tal av mátingum av bæði vatnstøðu og ráki, sum ymsir stovnar hava gjørt í minni streymhørðum økjum, brúkt í verkætlanini.
Kort framleidd við teldumyndlum
Kortleggingin av orkuni í sjóvarfalsrákinum er í høvuðsheitum gjørd við at gera teldusimuleringar av sjóvarfallinum. Fyri at fáa álítandi úrslit frá slíkum simuleringum, er alneyðugt at hava góðar dátur fyri botndýpið. Hesar eru útvegaðar í einari aðrari verkætlan. Fyrst varð ein heldur grovari myndil gjørdur, sum fevndi um Landgrunnin, Føroya Banka og Bill Baily Banka. Hesi úrslitini vórðu síðani brúkt til at dríva ein annan neyvari myndil, sum bert fevndi um innaru leiðirnar á Landgrunninum.
Hesir myndlar eru grundaðir á støddfrøðiligar líkningar. Fyri at tryggja sær, at hesi telduúrslitini hava nakað við veruleikan at gera, eru telduúrslitini samanborin við úrslit frá so nógvum vatnstøðu- og streymmátingar, sum gjørligt.
Næstan helvtin av tøku orkuni er í Skopunarfirði
Grundað á úrslitini frá teldusimuleringunum er ein varislig meting gjørd av miðal orkunøgdini, sum er í teimum ymsu firðunum.
Í hesum metingunum er fyrst hugt eftir samlaðu orkuni í sundinum. Síðani er bert hugt eftir teimum økjum, har dýpið er størri enn 40 m, og rákið á miðal broddi er harðari enn 2.5 m/s (5 míl). Um tað er grynri enn 40 m, so kunnu streymmyllirnar verða til ampa fyri sigling á leiðunum. Í Bretlandi eru gjørdar metingar, sum vísa, at til ber at fáa fíggjarligt lønsemi í slíkum verkætlanum, um ráki á miðal broddi er harðari enn 2.5 m/s. Tá hædd verður tikin fyri hesum avmarkingunum við bæði og dýpi og streymferð, so verða annars orkuríkir firðir sum Mykinesfjørður og Suðuroyarfjørður ikki áhugaverdir, tí tað er ov grunt har sum tað rekur nóg hart í hesum firðunum.
Sambært hesari kanningini, so er tað serliga Skopunarfjørður, sum er áhugaverdur við meira enn 400 MW í miðal í sonevndari tøkari orku. Bretar meta, at tað tøknilig ber til at útvinna um 20% av tøku orkuni. Um tað sama verður galdandi her hjá okkum, so svarar hettar til, at um 80 MW í meðal kann útvinnast bara úr Skopunarfirði. Hetta er knapt tvær ferðir elnýtsluni í Føroyum ein vanligan gerandisdag. Her skal tó leggjast aftrat, at her er ikki talan um javna framleiðslu: Hon verður munandi hægri á broddi, fyri síðani at minka niður í onki á kyrrindum, so slík streymorkuverk mugu samskipast við onnur orkuverk.
Fíggingin
Granskingarráðið og SEV veittu verkætlanini fíggjarligan stuðul, og Fiskiveiðieftirlitið stuðlaði við at Brimil setti streymmátararnar út og tók teir upp aftur.