Nýggj samstarvsavtala um útbygging av Tórsvølli

Fyri tveimum árum síðan varð av álvara sett hol á samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya um útbygging av Tórsvølli, soleiðis at Tórsvøllur fær neyðugar UEFA- og FIFA-góðkenningar til altjóða stadion.


Fyrsta høvuðsstig í hesi tilgongd var at gera eina heildarætlan fyri Tórsvøll og seta ljós kring vøllin. Annað høvuðsstigið var at gera nýggjan graslíkisvøll, alt eftir góðkenning frá UEFA og FIFA.


Hetta er alt framt, og nú er nýggj avtala gjørd um triðja høvuðsstig. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í FSF, undirskrivaðu avtaluna í dag.


Avtalan fevnir um at taka niður øll áskoðaraplássini á suðurendanum á Tórsvølli, og at FSF fer at byggja nýggjan bygning á staðnum til sítt alsamt vaksandi virksemi, ið sostatt kemur aftrat verandi FSF-bygningi á Tórsvølli.


Umframt at hýsa virkseminum hjá FSF, verður nýggi bygningurin eisini høvuðsportalur til Tórsvøll í framtíðini. Har verða eisini nýggj áskoðarapláss gjørd.


Bygningurin skal standa liðugur í september 2013, tá ið Føroyar og Týskland spæla landsdyst. Arbeiðið byrjar beinanvegin. MAP Arkitektar eru høvuðsráðgevar hjá FSF.


Partarnir eru samdir um, at allir áskoðarar skulu vera vardir fyri veðrinum. Næsta stigið er tí at byggja áskoðaraskýli fyrst á eystursíðuni. Avtalað er, at projekteringin av eysturskýlinum byrjar í 2013.