Nýggj ráðstevna: Vitan til varandi aling 2021

P/F Fiskaaling skipar fyri ráðstevnu um aling í Føroyum t. 5. mars 2021 á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn. Endamálið er at menna vitan um aling og viðurskifti, ið hava at gera við aling og teir karmar, alingin virkar í.

”Tá Havbúnaðarfelagið gjørdi av at flyta vanligu aliráðstevnuna til heystið 2021, hildu vit tað vera eitt gott høvi at savna granskarar í Føroyum saman við vinnuni og myndugleikarnar. Vit vilja bjóða til eina ráðstevnu, hvørs endamál er at viðgera og leggja fram granskingarúrslit, sum hava týdning fyri føroysku alivinnuna. Ella sum navnið sigur: Vitan til varandi aling!” -sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild. Eisini er ætlanin, at lesandi á Fróðskaparsetrinum fáa høvi at luttaka.

Á ráðstevnuni verður dentur lagdur á evni innan fyri burðardygga nýtslu av firðum, lús og fiskavælferð. Fremsta vitanin og nýggj granskingarúrslit verða løgd fram, og luttakararnir fáa høvi at skifta orð um týdningarmiklar spurningar um aling í Føroyum. Eisini fer Rúni Dam frá Sp/f Avrik at leggja fram hagtøl og metingar um føroysku alivinnuna.

Skráin til ráðstevnuna fer at umfata framløgur, orðaskifti og postarar, sum bæði granskarar og lesandi kunnu framleiða til høvið. Upplýsingar um tekning, luttakaragjald og neyvari skrá verða kunngjørd í næstum.

Ráðstevnan Vitan til varandi aling verður á Hotel Hilton Garden Inn í Tórshavn, fríggjadagin 5. mars 2021 kl. 09.00-16.00. Vegna almennu tilmælini um frástøðu verður luttakaratalið avmarkað til í mesta lagi 100.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Ernst S. Olsen, samskipara, á telduposti ernst@fiskaaling.fo.