Nýggj nevnd fyri Mentanargrunn Landsins

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur valt nýggja nevnd fyri Mentanargrunn Landsins fyri næsta 4-ára skeiðið.

Í stýrinum sita fimm  limir og 5 varalimir. Landsstýriskvinnan velur trý teirra sjálv, og tveir av limunum verða tilnevndir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.

Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Frá 1. januar 2017 eru limirnir í Mentanargrunni Landsins hesir:

Formaður: Ingun í Skrivarastovu
Varalimur: Sissal Kampmann

Næstformaður: Annfinnur Heinesen
Varalimur: Dagfinn Olsen

Nevndarlimur: Gulla Øregaard
Varalimur: Kristina Joensen

Nevndarlimur:  Urd Johannesen
Varalimur: Sunnvá Bæk

Nevndarlimur: Leif Hansen
Varalimur: Ivan Niclasen

Stýrið er sett fyri fýra ár, tíðarskeiðið er 1. januar 2017 til 31. desember 2020.