Nýggj myndakort av Sandavági og Fuglafirði

Umhvørvisstovan framleiðir neyvu myndakortini við støði í fotoflúgvingini í 2009.


Á myndini omanfyri sæst munurin millum gomlu myndakortini, sum eru gjørd eftir myndum tiknar í 6 km hædd og nýggju myndakortini, sum eru gjørd úr myndum tiknar í 2 km hædd. Báðar myndirnar eru frá fotoflúgvingini, sum varð gjørd í mai 2009.


Neyvu myndakortini av Sandavági kunnu longu nú síggjast á www.kortal.fo, og nú ber eisini til at síggja neyv kort av Fuglafirði.


Um kommunur ella onnur ynskja at keypa teldutøk myndakort, ber til at venda sær til Føroya Dátusavn (www.fds.fo).