Nýggj myndakort á Kortalinum

Higartil hava nøkur bygd øki verið víst við myndum við størri upploysn enn aðrastaðni. Nú verða fleiri økir á Kortalinum at síggja við størri upploysn.


Tað var í mai 2009, at tað eydnaðist at avmynda alt landið við flogmyndum, sum blivu tiknar í 6 km hædd. Úr hesum myndunum hevur Umhvørvisstovan gjørt myndakort (ortofoto) við eini upploysn, sum er 40 cm/pixel. Hesi myndakort hava verið at síggja á Kortalinum seinastu tvey árini.


Umframt myndir í 6 km hædd, vóru eisini myndir tiknar í 2 km hædd av býum og bygdum. Úr hesum myndum ger Umhvørvisstovan myndakort við eini upploysn, sum er 14 cm/pixel. Á myndini omanfyri, sum vísir Smyril á Krambatanga, sæst munurin millum myndir tiknar í 6 km og 2 km hædd.


Seinasta hálva árið hevur borið til at síggja myndakort við stórari upploysn hesi støð:


• Mykines


• Klaksvík


• Tórshavn


• Kollafjørður


• Velbastaður


• Leirvík


• Nólsoy


• Kaldbak


• Kirkjubøur


• Árnafjørður


• Runavík


• Strendur


• Skála


Seinnapartin í dag verða fleiri kort við stórari upploysn at síggja á Kortalinum. Talan er um hesi støð:


• Skopun


• Vágur


• Selatrað


• Morskranes


• Kolbeinagjógv


• Skálabotnur


• Rituvík


• Tvøroyri


• Skælingur


• Æðuvík


Tað er P/F Føroya Dátusavn (www.fds.fo), sum keypir og eigur myndakortini, sum Umhvørvisstovan framleiðir. Føroya Dátusavn, sum rekur Kortalin, er eitt kortsamstarv millum Føroya Tele, SEV, Landsverk, Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu og Umhvørvisstovuna. Um kommunur ella onnur ynskja at keypa teldutøk myndakort, ber til at venda sær til Føroya Dátusavn.


Lesi meiri um hvussu myndakort verða gjørd her.


http://www.us.fo/Default.aspx?ID=5766


Leinkja til www.kortal.fo