Nýggj kunngerð um virknistænastu er sett í gildi.
Við kunngerðini er virksemið á vardu verkstøðunum og virknishúsunum í Føroyum fyri fyrstu fer regulerað í kunngerð. Virksemið hevur higartil í stóran mun verið stýrt eftir siðvenju, og ásetingarnar í kunngerðini staðfesta í høvuðsheitum skipanina á økinum, sum hon virkar í dag.
Tó eru fleiri nýggjar ásetingar og krøv í kunngerðini. Hesi hava til endamáls at skapa greið og einsháttað viðurskifti á økinum, og harvið eina betri rættartrygd fyri einstaka borgaran.
Kunngerðin nágreinar hvat virknistænastan fevnir um, og hvussu hon kann skipast. Eisini eru ásetingar um málbólkin og lønarviðurskifti hjá hesum. Reglur eru um trivnaðarráð og um virkisætlanir, sum hava til endamáls at styrkja trivnaðin á virknistænastuni og tryggja eina miðvísa og samskipaða tænastu. Endamálið við hesum er at tryggja, at einstaki borgarin fær tey røttu sosialnámsfrøðiligu tilboðini.
Sí kunngerðina her: www.kunngerdaportalur.fo Kunngerð nr. 123 frá 20. November 2015 Kunngerð um virknistænastu.