Nýggj kunngerð um landing og avreiðingar av fiski og fiskavørum

Nýggj kunngerð um landing og avreiðingar av fiski og fiskavørum kom í gildi 1 juli 2012


1. Kunngerðin fevnir um allan fisk, sum verður landaður umskipaður ella uppskipaður í Føroyum og frá føroyskum skipum sum landa uttanlands.


2. Allur fiskur ella fiskavørur sum verða landaðar, umskipaðar ella uppskipaðar í Føroyum, ella á føroysku landleiðini, skulu um eina góðkenda innvigingarskipan. Tó verður tó ikki kravt at meir enn 10 % av hvørjari last verða viga. Hendan áseting er eisini galdandi fyri mótøkuskip á føroysku landleiðini.


3. Kravið til útgerð og annað á innvigingarskipanum er ikki broytt, men vektarseðlar skulu frá 1. juli 2012 sendast elektroniskt í tí sniði, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetur. Vektarseðilin skal sendast Fiskiveiðieftirlitinum í seinasta lagi yrkadagin eftir landingina. Upplýsingar um snið á vektarseðlum finst á heimasíðuni www.fve.fo


4. Tá landa verður uttanlands, áliggur tað eigaranum á fiskifari at senda Fiskiveiðieftirlitinum upplýsingar um landingina, herundir um veiðunøgdina greina á fiskaslag. Treytirnar fyri hvussu skjótt hesir upplýsingar skulu sendast og í hvørjum sniðið, eru tær somu sum fyri landing í Føroyum.


5. Sum nakað nýtt er nú krav at føroysk fiskifør skulu senda fráboðan til Fiskiveiðieftirlitið um nær og hvar landað verður.


6. Tað áliggur keypara av fiski ella fiskavørum í Føroyum at senda avreiðingarseðlar til Fiskiveiðieftirlitið. Avreiðingarseðlar skulu sendast í seinasta lagi eina viku eftir at fiskurin ella fiskavøran er keypt. Seðlarnir skulu sendast í elektroniskum sniði, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetur. Upplýsingar um hettar liggja á heimasíðuni. Tá selt verður uttanlands, áliggja hesar treytir eigaranum á fiskifarinum.


Kelda: www.fve.fo