Nýggj kjarnumál í umbúna

VERKÆTLAN: Eins og í valárinum 2015 fer Starvsmannafelagið eisini til komandi løgtingsval at hava nøkur kjarnumál, sum roynt verður at varpa alment ljós á og at vinna undirtøku fyri í politisku skipanini
 
Tá álitisfólkini í Starvsmannafelagnum í gjár hittust til fasta álitisfólkafundin, var tað millum annað fyri at taka støðu til hvørji kjarnumál felagið skal varpa ljós á til eitt komandi løgtingsval.
 
Undir yvirskiftini Kjarnumál 2019 kjakaðust álitisfólkini um og gjørdu uppskot til komandi kjarnumál. Umleið 80 álitisfólk vóru á fundinum, og arbeitt varð saman í bólkum, har hvør bólkur kom við sínum tilmæli og viðmerkingum.
 
Á arbeiðsfundi herfyri setti nevndin í Starvsmannafelagnum spónin í. Gjørd vóru uppskot til 8 kjarnumál, sum álitisfólkini tóku støðu til í gjár. Harumframt fingu álitisfólkini møguleika at gera uppskot til onnur kjarnumál.
 
Fokus á løntakaramál
Endamálið við at kjósa felagnum kjarnumál er at varpa ljós á og fáa politiska undirtøku fyri arbeiðsmarknaðarmálum, sum eru til fyrimuns fyri løntakaran og limirnar í Starvsmannafelagnum.
 
Í valárinum 2015 hevði Starvsmannafelagið 12 kjarnumál. Kjarnumálini vóru almannakunngjørd í einum serblaði, sum kom í hvørt hús og á temasíðuni hjá Starvsmannafelagnum:
 
http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=322
 
Harumframt varð ljós varpað á kjarnumálini í greinum, á almennum fundum og í útvarpssendingum, sum vóru í valstríðnum.
 
Góðar royndir
Nevndin í Starvsmannafelagnum metir, at tað hevur verið eitt gott hugskot at felagið hevur havt kjarnumál.
 
Kjarnumálini sóust aftur í valskráum og valstríðnum í 2015, og eisini í samgonguskjalinum, ið nývalda samgongan gjørdi.
 
Okkurt av málunum hevur eisini verið at sæð aftur í lógaruppskotum, sum einstøk løgtingsfólk hava sett fram.
 
Samanumtikið hava royndirnar verið so mikið góðar, at nevndin í Starvsmannafelagum hevur avgjørt at taka táttin  uppaftur til næsta val.
 
Nú álitisfólkini hava viðgjørt tey og gjørt uppskot til nýggj mál, fer nevndin at taka samanum og gera arbeiðið liðugt at velja og orða kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum fyri 2019.
 
Hvussu nógv kjarnumálini vera hesaferð er ikki endaliga avgjørt. Møguliga verður talan um færri mál hesaferð, so at betri møguleikar vera at arbeiða meira miðvíst við málunum við støðugari uppfylging, t.d. gjøgnum eitt heilt valskeið.
 
Myndirnar eru tiknar í Smæruni í gjár, týsdagin 29. mai, tá ið álitisfólkini arbeiddu saman í bólkum við at evna nýggju kjarnumálini.