Nýggj frímerki frá Posta mánadagin, 24. september

Nýggju frímerkini hava íblástur bæði uttan úr heimi og úr
okkara heimliga umhvørvi.



Fyrri heimsbardagi – krígslok 1918



Anker Eli Petersen lýsir við fýra frímerkjum endan á fyrra
heimsbardaga fyri 100 árum síðan. Á frímerkjunum lýsir hann hermótið í
Fraklandi og Belgia, leiklutin hjá kvinnum í krígnum m.a. sum sjálvbodnar
sjúkrasystrar, hermenn á veg heim og at enda hernaðarkirkjugarðarnar við
gravsteinum í snórbeinum røðum. Tigandi varðar yvir ungar menn, ið ikki sluppu
at liva tað lív, teir høvdu uppiborið.



Ræðuliga kríggið var nú av. Teir, ið komu frá tí við lívinum
kundu fara heim – mangir við herviligum løstum og fleiri við kvølfullum minnum
um eina ta størstu vanlukkuna, mannaættin hevur drigið inn yvir seg sjálva.



Regin Dahl 100 ár



Í ár eru 100 ár síðani at Regin Dahl (1918-2007) yrkjari,
tónleikari og týðari varð borin í heim í Sandágerði. Lívsstarv hansara var hjá
danska forlagnum Gyldendal, har hann sum forlagsráðgevi var við til at skriva
danska bókmentasøgu, samstundis sum hann eisini endurnýggjaði føroyska yrking,
tónleika-, menta- og bókmentasøgu. Regin Dahl fekk Mentanarvirðisløn M. A.
Jacobsens í 1973 og í 1979. Í 1998 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins. Kim
Simonsen legði útgávuna til rættis.



Føroysk klæðir III



Í útgávurøðini um føroyska tjóðbúnan, eru vit nú komin til
høvuðbúnan:  kýsan, sum ikki longur er so vanligur hjá kvinnum í tjóðbúna,
og húgvuna, sum ein javnan sær mannfólk í tjóðbúna bera. Og hervið eru vit
komin at enda við frímerkjarøðini hjá Edwardi Fuglø um føroysk klæðir.
Gerandisklæði úr nítjandu øld, ið gjørdust nútíðar gallabúni, brúktur av bæði
ungum og gomlum til veitslu- og hátíðarløtur.



Halgimyndir



Ársins jólafrímerki mynda halgimyndir ella ikonar, sum tað
eisini verður nevnt. Astrid Andreasen hevur teknað ein nýtímans ikon, har ein
súla eisini er á. Hetta er úrslitið av eini verkætlan í Mykinesi har nakrar
kvinnur lærdu seg at mála ikonar. Hin ikonurin er ein gamal russiskur ikonur
frá 1786. Carl Niclasen úr H.N. Jacobsens bókhandli keypti ikonin í 1970 og er
hann enn ogn hjá bókhandlinum.



Russiski ikonurin avmyndar Gudsmóðir (Theotokos), sum
er eitt tað kendasta ikon-motivið. Tað er siðvenja í Russlandi, at í samband
við brúdleyp fær brúðurin ein ikon við Gudsmóðir í brúdleypsgávu.





Les meira um forvitnisligu søgurnar handan frímerkini á heimasíðu okkara: www.stamps.fo