Nýggj frímerki frá Posta mánadagin, 24. februar 2020

Eitt sum eyðkennir frímerkjaútgávurnar hesa ferð er list. Tvey listaverk hjá Sigrun Gunnarsdóttir mynda einu frímerkjaútgávuna, 

meðan Suffía Nón og Astrid Andreasen hava gjørt frímerki við ávikavist flogbólti og nósa. At enda verður Mikkjal á Ryggi heiðraður á frímerki fyri sítt íkast til føroyska mentan.

Flogbóltur á frímerkjum – útgávutiltak í SMS
Stórt útgávutiltak verður á torginum í SMS mánadagin, 24. februar, kl. 16.30, í sambandi við at Posta gevur út frímerki við flogbólti.

Á skránni er m.a. flogbóltskapping fyri børn kl. 14.30-16.30, myndaframsýning hjá Flogbóltssambandi
Føroya og so fer forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić at siga nøkur orð.

Møguleiki verður at ogna sær frímerkini umframt signeraðar bjálvar við frímerkjum á. Suffía Nón hevur sniðgivið frímerkini.

Tað var William G. Morgan úr USA, ið fann uppá flogbólt í 1895 og í dag verður mett, at á leið 800 milliónir fólk spæla flogbólt minst eina ferð um vikuna í øllum heiminum. Í Føroyum varð flogbóltur spældur fyrstu ferð mitt í 1950unum. Tað var Martin Holm, lærari á Føroya Læraraskúla, sum lærdi næmingarnar flogbólt í ítróttatímunum. Flogbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980. Síðan tá hevur menningin verið stór, og flogbóltur verður í dag spældur um allar Føroyar.

List: Sigrun Gunnarsdóttir
Sigrun Gunnarsdóttir er uppvaksin á Eiði, har hugur hennara til myndlist kveiktist frá barnsbeini, og har hon sum yrkislistafólk hevur ment sín heilt egna eyðkenniliga myndaheim  - ein súmbolskan myndaheim við einum einføldum myndamáli, ið eisini kann hava surrealistisk eyðkenni. Málningarnir Móðir Teresa á Eiði (2019) og Breyðið, sum mettar svongd (2014) mynda frímerkini.

Nósi
Hetta er Norðurlandaútgáva 2020 – har norðurlond geva frímerki út við felags myndevni, sum er súgdjór í havinum.

Í heimshøpi eru 36 sløg av kópi, meðan tað í føroyskum sjóøki eru 7 sløg av kópi kend. Láturkópur er tó einasta lállusúgdjór, ið nørist í Føroyum. Astrid Andreasen hevur teknað nósan bæði livandi og elskuligan.

Mikkjal á Ryggi (1879-1956)
Eftir Mikkjal á Ryggi liggur ein sonn perlurøð av glottum inn í føroyska mentan, náttúru, arbeiðslív og søgu frá fyrru hálvu av 20. øld.

Hann var m.a. rithøvundur og eitt hitt ídnasta sálmaskald okkara. Teir 75 upprunasálmarnir hjá Mikkjali eru yvirhøvur ljósir og bjartskygdir 

og bera boð um eina djúpa, siðbundna gudstrúgv – ofta kryddaðir við føroyskum evnum í myndamálinum. 

Anker Eli Petersen legði til rættis.