Talan er um eitt smáark við tveimum frímerkjum.
Frímerkini eru endurprent av vælgerðarmerkjunum "Fyri
faðirleys", sum føroyskir útisetar í Danmark tóku stig til undir seinna
heimsbardaga fyri at hjálpa børnum í Føroyum, sum vórðu faðirleys av krígsávum.
Janus Kamban teknaði hesi merki í ávíkavist 1941 og 1945.
Samstundis heiðrar hendan frímerkjaútgávan eisini “Merkið”, nú
hundrað ár eru liðin, síðan tað varð borið alment fram á fysta sinni í
Nordmansdalen við Fredensborg í Danmark, tann 2. juni 1919.
Kári við Rættará hevur sett arkið upp.
Les meira um søguna handan hesa
forvitnisligu frímerkjaútgávu her