Nýggj føroysk trygdarskipan komin á marknaðin

Nú ber til at tekna seg til fráboðanar- og samskiftisskipanina hjá TechCare. TechCare er føroyskt felag, ið ger tað tryggari hjá eldri, og fólki, ið bera brek, at búgva heima. Fráboðanar- og samskiftisskipanin er partur av talgildu trygdarskipanini, ið TechCare hevur ment. Tørvurin á eldrarøkt er vaksandi her heima eins og útheiminum. TechCare vil vera á odda við talgildari hjálp í eldra- og heimarøktini.

Trygdarskipanin er málrættað fólki, ið av ymsum orsøkum eru óhjálpin ella/og einsamøll við hús. Skipanin kann tillagast tørvin hjá tí einstaka brúkaranum. Tá ið vandi er á ferð, ávarar skipanin avvarðandi, grannar ella sjúkrarøktarar. Hettar kann verða í samband við royk ella at brúkarin er dottin. Við at styrkja sambandið ímillum fólk, er hjálpin nærri.
 
Pál Weihe, nevndarformaður í TechCare sigur; - “Tað eru nógvir føroyingar, ið kunnu hava gagn av eini slíkari  fráboðanar- og samskiftisskipan. Fólk búgva einsamøll heima, men hava brúk fyri umsjón. TechCare mennir  talgildiar trygdarloysnir til hesi fólk. Vit ynskja, at so nógv sum møguligt kunnu hava eina virðiliga tilveru heima við hús, og at tey avvarðandi ikki hava ekka av teimum”. 

Eitt av aðalmálunum hjá TechCare er at gera tað tryggari hjá øllum at búgva heima. Menningin av loysnunum er eftir ásettu persónsdátulóggávu. Hetta so ongar dátur verða misnýttar. TechCare mennir loysnir til bæði eldrarøktina og privatnýtslu. Norðoyar Bú- og Heimatænasta hevur verið ein umráðandi liður í menningini, og er farin undir at brúka loysnir frá TechCare í dagliga virkseminum.
 
Les meira um haldini á techcare.fo