Nýggj ferðslutrygdarætlan leggjast fram í dag
Klokkan 10 handar arbeiðsbólkurin, sum varð settur at endurskoða ferðslutrygdarætlanina frá 2007, Heðini Mortensen, landsstýrismanni í Samferðslumálum, nýggju ferðslutrygdarætlanina.
Handanin verður í Sjó- og vektarbúðini í Tinganesi.
Arbeiðsbólkurin hevur eina lítla framløgu um Ferðslutrygdarætlanina.